Enn ein føroyingur víðari í X-Factor

Rut Brend sang seg víðari í X-Factor í kvøld

Í kvøld royndi enn ein føroyingur seg í X-Factor. 25 ára gamla Rut Brend sang tvær ferðir fyri dómarunum, tí aftaná at hava hoyrt hana fyrstu ferð, ynsktu teir at hoyra hana syngja ein annan sang. Hon sang fyrst ein sang hjá Michael Bublé og valdi í øðrum umfari at syngja føroyskt.

 

Hon sang eyðkenda lagið "Trøllabundin" hjá Eivør, og eftir hetta vóru dómararnir ikki í iva. Thomas Blachmann sendi hana beint víðari til næsta umfar.

 

Í síðstu viku var tað Dánjal Lisberg, sum við lagi hjá Tina Dickow sang seg beinleiðis víðari. Nú eru tað sostatt tveir føroyingar við í ársins sesong av X-Factor, so tað verður spennandi at fylgja teimum báðum á TV2 komandi tíðina. 

 

Til ber at síggja alla sendingina HER, um tú hevur brúkara til TV2 Play.