Hóast Emma Fríða Andersen bert er 13 ára gomul, hevur hon vant skoyturenning í níggju ár. Og so telist hon millum evnaríkastu skoyturennarar í Danska ríkinum.
Men eitt er at hava evnir, eitt heilt annað er at náa heilt fram í oddin á einari ítróttagrein.
Eg venji rættiliga nógv. Tað verður til einar 19 ferðir um vikuna, og byrjað verður frá morgunstundini av, sigur Emma Andersen.
Hon er eisini við í elitubólkinum sum miðvíst venur fram ímóti OL í 2016 og 2020.
Eg eri eisini við í serligum venjingartoymi sum venur fast nøkur vikuskifti, og tá kunnu vit saktans venja einar fimm tímar um dagin, sigur Emma Andersen.
Hon hevur longu vunnið trý DM heitir, og við seinastu DM kapping luttók hon fyri fyrstu ferð milum juniorarnar, og hóast hon er væl yngri enn kappingarneytarnir, megnaði hon at gerast nummar trý.
Tað er heldur ikki nakar vanligur skúli, sum Emma Andersen gongur í.
Hetta er ein serligur elituskúli í Esbjerg, har skoyting beinleiðis stendur á skúlaskemaðinum. So tá næmingar í vanligu fólkaskúlunum hava hondarbeiði og smíð, havi skoyting, sigur Emma Andersen.
Fegin um møguleikan
Hon hevur nógv um at vera í løtuni, og seinasta vikuskiftið luttók hon í norðurlendskari venjing saman við øðrum evnaríkum skoytarum, og hósdagin skal hon til eina norðurlendska kapping í Riga. Men hon gevur sær fegin stundir at koma til Føroya at vísa síni kynstur á skoytibreytini.
Vit plaga ofta at vera við, tá skoytubreytir lata upp, og at sleppa at vera við til hetta í Føroyum er nakað serligt. So er tað bara spell, at tað ikki bar til at steðga longur, meðan vit eru heima kortini, sigur Marjun Johannesen, sum er mamma at Emmu, og við á ferðini í Føroyum.
Í gjár var Emma so við til at undirhalda stóru mannamúgvuni, sum var til staðar í sambandi við, at skoytubreytin var tikin alment í nýtslu. Og hon skuffaði sanniliiga ikki.
Tí meðan mannamúgvan stóð væl bjálvað í tjúkkum kotum, skoytaði Emma í tunnari drakt og vísti royndir av sínum kynstrum til stórt frægd fyri nógvu møttu. Og so gav hon sær eisini stundir at leggja fólki lag á, og tað vóru nógv, sum nýttu hetta fyrsta høvi at standa á skoytum á nýggju skoytubreytini hjá Tórshavnar kommunu á Skálatrøð.