Enn ein finala í Klaksvík

Stjørnan-VB 25-21 (13-12)

VB beit leingi frá sær í Klaksvík, men fyrst og fremst við góðum verjuspæli eydnaðist Stjørnuni at koppa dystinum í dag til sín fyrimun.

Fyri steðgin gekk annars sera javnt á, og við eini stórspælandi Daivu Toumaite megnaði VB leingi at hava ein lítla yvirvág.

Stjørnan fekk tó fatur um rætta endan, og í seinna hálvleiki vóru tær greitt betra liðið. VB fekk ongan tíð veruliga bitið seg fastar seinasta hálva tíman, og so kundu tær á heimaliðnum fegnast um, at tær hava vunnið sær rætt til enn eina finalu.

Bestu málskjúttarnir í dystinum vóri Simona Petersen og Daiva Toumaite, sum skutu níggju mál hvør.