28 ára gamla kvinnan, ið týsdagin varð tikin á flogvøllinum fyri at smugla 281 gramm av hassj, hevði sambært ákæruvaldinum tveir samsekar. Politiið hevur tikið annan. Grundlógaravhoyring var beint eftir døgurða í dag í sambandi við smuglaramálið týsdagin.
Í gjár var grundlógaravhoyring av einari 28 ára gamlari danskari kvinnu, sum týsdagin royndi at smugla 281 gramm av hassj til Føroya. Biðið var tá um at hurðarnar vórðu latnar aftur, tí ikki var greitt, hvørjir bakmenninir í Danmark vóru, og hvør tók ímóti hassjinum í Føroyum.
Avhoyringin hevur uttan iva givið úrslit, tí ein 52 ára gamal føroyingur varð í gjárkvøldið um 22.30 tíðina handtikin, og í grundlógaravhoyring beint eftir døgurða í dag varð hann skuldsettur fyri trý brot á lógina um rúsandi evnir.
Í fyrsta lagi varð hann ákærdur fyri í tíðarskeiðinum 19. til 23. mars at hava smuglað 225 gramm av hassj til Føroya og selt hetta fyri 20.000 krónur.
Í øðrum lagi 23. mars at hava pakkað 40.000 krónur at senda til Danmarkar.
Og í triðja lagi saman við tveimum øðrum at hava roynt at smugla 281 gramm av hassj til Føroya.
Maðurin játtaði seg sekan í teimum báðum fyrru ákærunum, men noktaði seg sekan í teirri triðju.
Út frá ákærunum tykist greitt, at løgreglan hevur ein triðja persón í kikaranum, og tí kann roknast við einari handtøku aftrat innan heilt stutta tíð.
Hetta var helst orsøkin til, at ákærin bað um, at hurðarnar eisini í hesum førinum vórðu latnar aftur.