Enn ein landsliðsleikari fer at spæla í Danmark.

Bjørk F. Joensen fer at spæla við Randers HK

Talið av føroyskum hondbóltsútisetum - bæði hjá kvinnum og monnum - veksur alsamt.

 

Nú er staðfest, at 19 ára gamla Bjørk F. Joensen, ið hevur spælt við Neistanum, og sum hevur landsliðsroyndir við bæði A-landsliðnum og yngru landsliðunum fer at royna seg í donskum hondbólti.

 

Bjørk fer at spæla við Randers HK í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. 

 

Við heimasíðuna hjá Randers HK sigur Bjørk, at hon er fegin um at kunna halda fram við sínari hondbóltsyrkisleið í Randers HK. Hon heldur Randers er tað rætta staðið fyri hana, har hon kann menna seg enn meira sum hondbóltsleikari. Eitt seriøst venjingarumhvørvið og eitt gott samanhald á liðnum gjørdu eisini sítt til, at Bjørk valdi Randers HK.

 

Venjarin, Simon Olsen sigur við heimasíðu felagsins, at Bjørk verður ein styrkur fyri liðið, bæði í verjupartinum og í álopspartinum. Simon Olsen fegnast eisini um at fáa ein leikara aftrat hópinum, ið hevur altjóða royndir. 

 

Randers HK spælir fyrsta dystin hetta kappingarárið á heimavølli móti Søndermarken. Dysturin verður leiktur 14. september klokkan 13.