Enn ein lastbilur misti grót á vegin

Tað kostar bilføraranum mál um frádøming av koyrikorti

Ein lastbilur í Suðuroy mist í gjár grót á vegin við Hvalbilartunnlin. Tað gjørdi, at onkur bilur fekk skaða, sum koyrdi á grótið. Løgreglan fann út av, hvønn bil talan var um, og bilførarin fær ein skuldseting um frádøming av koyrikoyrtinum.

Hetta er annað málið hesa vikuna, har ein lastbilur missur grót úr lastini.

Eisini onnur koyrikort vóru í vanda í gjár.

Í Havn koyrdi ein bilur í móti ferðslurætninginum, har har ferðslan var einsrættað. Tað fær hann klipp í koyrikortið fyri. Ein annar koyrdi móti reyðum ferðsluljósi, sum eisini gevur klipp í koyrikortil.

Tá løgreglan gjørdi ferðmátingar í Kaldbaksbotni vórðu tvey mál skrivað Annar koyrdi 102 km um tíman, sum gevur klipp í koyrikortið. Ein annar fekk bót fyri at koyra 96 km um tíman.