Enn ein skaði í Manchester United

Enska meistaraliðið, Manchester United, hevur ikki fingið nakra góða byrjan upp á kappingarárið. Eftir fyrstu tríggjar dystirnar hevur liðið bert tvey stig, og harafturat er hópurin illa raktur av skaðum og leikbannum.

 

Í fyrsta dystinum mátti Wayne Rooney fara av vøllinum við einum brotnum fóti, sum heldur honum burtur frá fótbólti í tveir mánaðir. Í næsta dystinum fekk Cristiano Ronaldo reytt kort, og seinni bleiv hann dømdur leikbann í tríggjar dystir. Nú er so enn ein av stuðulsleikarunum hjá Manchester United blivin skaddur.

 

Talan er um roynda málmannin, Edwin van der Saar, sum eftir øllum at døma má sita uttanfyri, tá United møtir Tottenham sunnudagin. Van der Saar lendi skeivt í venjing við hollendska landsliðnum í gjárkvøldið, og enn er ikki greitt, hvussu umfevnandi skaðin er. Hann verður tó neyvan við í dystinum sunnudagin.