Enn ein skelkur til HM

HM 2022: Hesa ferð stóð Japan fyri skelkinum, tá teir vunnu 2-1 á einum av favorittunum, Týsklandi

Tveir dystir hava verið í bólki E. Japan tók øll á bóli og vann 2-1 á Týsklandi, meðan Spania livdi upp til favorittleiklutin og vann 7-0 á Kosta Rika. Stóra søgan er, at Týsklandi brúkti dystin til at provokera FIFA.

 

Seinnapartin í dag vann Japan óvæntað 2-1 á Týsklandi. Dysturin var merktur av, at týska liðið provokeraði FIFA undan dystarbyrjan, tá spælararnir hildu hondina fyri munnin, sum ein provokatión til útmeldingarnar frá FIFA um ælabogalitta liðskiparabandið.

 

Á vøllinum sá gott út eina løtu. Ilkay Gundogan umsetti brotsspark til mál eftir ein stóran hálvan tíma. Í seinasta korterinum fyri tíð vendi Japan dystinum. Ritsu Doan javnaði eftir 77. minuttir, og sjey minuttir fyri tíð skoraði Takuma Asano til 2-1.

 

Spania kom ikki í somu trupulleikar í dystinum móti Kosta Rika. Spania vann 7-0. Ferran Torres skoraði tvey, meðan Dani Olmo, Marco Asensio, Gavi, Carlos Soler og Alvaro Morata skoraðu eitt í part.

 

 

 

Spania – Kosta Rika 7-0 (3-0)

 

Týsklandi – Japan 1-2 (1-0)