Mynd: Grønlands Politi (tilvildarlig)

Enn ein syrgilig jollu-vanlukka í Grønlandi

- Tvey fólk eru funnin deyð nærindis bygdini, Oqaatsut, veit Grønlands Politi at siga í dag.

Mynd: Grønlands Politi (tilvildarlig)

Tað eru fleiri jollu-vanlukkur í Grønlandi um árið, sum kosta mannalív. Nógv verður siglt millum bygdir, og teinurin er ofta langur og ikki vandaleysur.

 

Enn einaferð er ein syrgilig jollu-vanlukka hend í Grønlandi, hesaferð nærindis bygdini, Oqaatsut, veit Grønlands Politi at siga, og tað er Sermitsiaq, sum endurgevur.

 

Talan er hesaferð um tvey fólk miðskeiðis í 40-árunum, sum eru funnin deyð eftir eina jollu-vanlukku. 

 

Seinni í dag verður líksýn.

 

Grønlands Politi veit at siga, at tað var sunnudagin, at tey fingu eina fráboðan um, at ein jolla varð funnin við skaðum.

 

Stutt eftir hesa fráboðan kom ein nýggj fráboðan um, at tvey fólk vóru funnin lívleys á sjónum, nærindis bygdini, Oqaatsut.

 

Grønlands Politi sigur í tíðindaskrivi, at tey deyðu eru eyðmerkt, og tey avvarðandi hava fingið boðini.

 

Fyribils kanningarnar hjá løgregluni  benda á, at talan er um eina vanlukku, og skrokkurin á jolluni hevði munandi skaðar.

 

- Kannast skal eisini, hvør deyðsorsøkin er, sigur Grønlands Politi í tíðindaskrivi um vanlukkuna.

 


 

 

Mynd: Grønlands Politi (tilvildarlig)