Enn eitt lík er funnið í leivdunum

Nú eru seks lík funnin í leivdunum av leirskriðulopinum, og leitað verður nú eftir fýra fólkum, sum framvegis eru saknað.

 

 

Tíðliga seinnapartin í dag váttaði norska løgreglan, at nú eru seks lík funnin í leivdunum av leirskriðulopinum í Ask í Gjerdrum kommunu, norðan fyri norska høvuðsstaðin, Oslo.

Upprunaliga varð leitað eftir tíggju fólkum, og soleiðis eru nú fýra fólk, sum framvegis eru saknað. Øll seks, sum eru funnin síðan fríggjadagin, vóru deyð, tá bjargingarfólk funnu tey. 

Átaksleiðarin hjá løgregluni, Ivar Myrbø, harmast um, at eisini persónurin, sum nú er funnin, er deyður.

Tað var annars tíðliga í morgun, at bjargingarfólk komu fram á fimta persónin í leivdunum. Sætti persónurin er eisini funnin í sama øki og í leivdum av sundurbrotnum húsum. 

Av teimum seks líkunum, sum higartil eru funnin, varð eitt funnið fríggjadagin, trý leygardagin, og í dag eru so tvey lík funnin aftrat.

Løgreglan arbeiðir nú við at eyðmerkja, soleiðis at tey avvarðandi kunnu fáa boðini. 

- Vit hava framvegis vónir um at finna fólk á lívi, sigur átaksleiðarin, Bjørn Christian Willersrud, á einum kunningarfundi klokkan 16 norska tíð í dag.

Við tað, at fleiri partar luttaka í arbeiðnum í Ask, eru eisini fleiri átaksleiðarar og ein teirra, Kenneth Wangen, sigur við NTB, at talan er framvegis um eitt bjargingarátak.