Ta? hevur leingi gingi? stútt skeiva vegin hjá Føroyum á FIFA styrkislistanum. Í fyrradagin var listin fyri august kunngjørdur, og sambært honum er kósin hjá Føroyum framvegis líti? hugalig. Føroyar eru nummar 137 og harvi? eitt pláss ni?ari enn í juli. Sí?ani undan ársskiftinum hevur falli? veri? ellivu pláss, og sí?ani Føroyar fyri nøkrum árum sí?ani vóru so ovarlaga sum hvørki fyri ella sí?ani, hevur falli? veri? út ímóti tredivu plássum.
Mikudagin 18. august skulu Føroyar spæla á heimavølli ímóti Malta. Á n?ggja listanum er Malta styrkismett sum nummar 131. Teir hava tiki? seg eitt pláss uppeftir.
Besta fótbóltslandsli?i? í Nor?urlondum eiga danskarar. Danmark er framvegis nummar fimtan. Svøríki er numar 20, Noreg nummar 38, Finnland er nummar 49 og Ísland er nummar 79. Teir eru dotnir f?ra pláss aftur sí?sta mána?in.
Av tjó?unum, sum Føroyar eru í HM undankappingarbólki vi?, er Frakland best fyri. Hóast ta? ikki gekk meiri enn passaligt í EM endaspælinum fyrr í summar, so ver?ur Frakand framvegis mett at eiga næstbesta fótbóltslandsli?i? í heiminum. Írland er nummar sekstan, Ísrael nummar 62 og Kypros nummar 104.
Størsta skarvslopi? rætta vegin sí?sta mána?in er ta? hjá Grikkalandi. N?klæktu europameistararnir eru nú á 14. plássinum. Fyri einum mána? sí?ani vór?u teir rokna?ir at vera nummar 30.
Brasilia vann fyri stuttum su?uramerikanska meistaraskapin. Tí er ta? ikki óvænta?, at teir framvegis eru ovastir á listanum. Spania heldur tørn um tri?ja plássi?, me?an Argentina og Kekkia eru flutt eitt pláss upp, og Holland er flutt tvey pláss ni?ur og nú er á sætta plássinum.