GÍ-VB 2-3 (1-1)
Var tað nakar gøtumaður, sum hevði orsøk at vera nøgdur eftir dystin sunnudagin, mundi tað vera kassameistarin hjá GÍ.
Góða úrtøkan hjá VB higartil í ár hevði fingið hópin av vágbingum at leggja leiðina norðureftir, soleiðis at stuðulin til fótbóltsspælararnar kundi verða so týðiligur sum gjørligt.
Tað skal eisini leggjast afturat, at áskoðararnir so sanniliga eisini fingu nakað fyri peningin. Dysturin var kanska ikki millum teir best spældu hetta kappingarárið, men fleiri mál komu, nærdystirnir vóru nógvir og tættir og móti endanum kom eisini rættur dramatikkur upp í spælið, so alt í alt mundi talan vera um ein undirhaldandi dyst.
Tyngt av nervum
Tað var annars heimaliðið, sum legði best fyri sunnudagin. Uttan at talan tó var um flótandi fótbóltsspæl, megnaðu teir í fleiri førum at halda bóltin hampuliga leingi í egnari røð, og onkuntíð tóktist teir eisini at hótta Bjarna Johansen í VB-málinum.
Serliga var tað Helgi L. Petersen, sum royndi at seta ferð á, men eisini av miðvøllinum kom stuðul upp til álopsleikararnar, og vóru tað tá serliga Magni Jarnkor og Súni Olsen, sum gjørdu um seg.
VB tóktist hesa løtuna sera fjáltursstungnir, og millum lítið og einki hekk saman fyri teirra viðkomandi.
Vanliga trygga verjan bakkaði fleiri ferðir eftir hæli, samanspæli á miðjuni riggaði als ikki, og tá verður eisini trupult hjá framherjunum, sum høvdu sera ringar arbeiðsumstøður.
Tí lág tað líka sum í luftini, at GÍ skuldi leggja seg á odda, og eftir eitt korter, fingu teir eisini eitt upplagt høvi til hetta.
Helgi Petersen stakk bóltin inn um verjuna til álopsfelagan, Hans Pauli Petersen, og heldur óneyðugt varð hesin feldur av Eyðuni Joensen. Brotssparkinum tók Súni sær av, og hann gav ikki Bjarna nakran serligan møguleika at forða fyri málinum.
VB slapp upp í aftur
Hóast gøtumenninir ikki vóru heilt so ágangandi, eftir at teir høvdu lagt seg framum, so tóktist teir sum so at hava gott tamarhald á støðuni.
Framvegis hekk einki saman hjá mótstøðumonnunum, og málmøguleikar komu gestirnir so als ikki til. Ikki fyrr enn teir um miðjan hálvleikin fingu eitt brotsspark, sum var minst líka so óneyðugt og tað, ið gøtumenn løgdu seg á odda við.
Í eini roynd at sleppa framvið trimum gøtumonnum, varð Robert Cieslewicz varð feldur av Pól Ennigarð. Brotssparkinum tók Krzystof Popczynski sær av, og hóast Hallur valdi rætta síðu, so megnaði hann ikki at verja fyri.
Við málinum fekk VB eitt kærkomið høvið at koma við aftur í dystin, og hesu ferð tóku teir av. Restina av hálvleikinum vóru teir væl við í spælinum, og fleiri ferðir varð nú talan um vandamiklar støður framman fyri GÍ málið.
Mál kom tó ikki fyri hálvleikssteðgin, men VB nýtti ikki nógvar minuttir í seinna hálvleiki at leggja seg á odda.
Nakað framman fyri miðlinjuna sendi Tórður Holm fríspark inn fyri úr vinstru síðu. Markeringarnar í GÍ verjuni tóktust ógvuliga leysar, og uttan at verða stórvegis órógvaður kundi Milan Kulic temja bóltin niður til ein púra leysan Robert Ciesliwicz, sum ótarnaður langaði bóltin í netið.
Gí kundi avgjørt
Eins og gøtumenn tóktust tað í fyrra, varð tað sum um ferðin nú fór nakað av VB spælinum, og heilt skjótt byrjaðu gøtumenn aftur at gerast naskari.
Kanska átti GÍ sína bestu løtu í dystinum um júst hetta mundi, og umframt at skjóta seg upp á javnt, høvdu teir eisini møguleikar at leggja seg á odda.
Útjavnandi málið kom, eftir at Henning Jarnskor slapp sær ígjøgnum høgra verjuborð hjá vágbingum. Frá baklinjuni varð bólturin lagdur út frá til Áslak Petersen, sum hevði góðar stundir at leggja bóltin til rættis áðrenn hann langaði hann móti málinum. Útsýni hjá Bjarna var helst ikki av tí besta, so hann fekk so at siga einki gjørt fyri at verja fyri.
Sum nevnt, so áttu gøtumenn sína bestu løtu um hetta mundi, men spakuliga kom VB aftur við í dystin, júst soleiðis sum gøtumenn sjálvir vóru tiltiknir fyri at gera í gullárum sínum.
Tað var serliga í kvikum mótálopum, at gestirnir vóru vandamiklir, og tað var eisini eftir eitt slíkt, at avgerandi málið varð skotið.
GÍ misti í uppspælinum til Jón Paula Olsen, sum av miðjum vølli setti ferð á oman móti baklinjuni. Eftir at hava sett Áslak av sær, legði hann bóltin innfyri, har leikandi venjarin hegnisliga fekk tikið bóltin niður, áðrenn hann sendi flatt við nærmasta stólpa.
Frøin var sjálvsagt ovurstór á vágbingum, og hóast tað enn restaði meira enn hálvur hálvleikur, so tóktist tað, sum um málið tók luftina frá gøtumonnum. Ferðin á spæli teirra kom ongantíð upp aftur, og hóast onkur innlegg vóru um reppið at skapa vandastøður, so varð talan ikki um nakrar veruligar málmøguleikar, tað sum eftir var av dystinum.
Magni misti høvdið
Sum nevnt, so var spenningurin alla tíðina til staðar í dystinum, og var tað fyrst og fremst hesin, sum bar undirhaldsvirðið á dystinum uppi.
Móti endanum av dystinum kom tó rættuligur dramatikkur í, tá dómarin sá seg noyddan at reka tveir leikarar av vølli.
Eftir at fríspark varð dømt móti Milan Kulic, vildi hesin ikki geva bóltin frá sær. Fleiri leikarar frá báðum pørtum komu upp í rokan. Dómarin metti, at ringastu syndararnir í hesum vóru Magni Jarnskor og Milan Kulic, og tá báðir áttu gult kort frammanundan, viðførdi seinna kortið samstundis ostaskorpuna.
At spælarar fáa reyð kort, er í sjálvum sær átaluvert, men atburðurin hjá Magna eftir útvísingina líkist snøgt sagt ongum.
Møguliga hevði hann rætt í, at tað var skeivur maður, sum fekk reyða kortið, men tá Milan ikki var nóg skjótur av vøllinum, tók Magni málið í egnar hendur. Hann gjørdi ikki mætari enn at fara inn aftur á vøllin, og toga troyggjuna av VB-leikaranum.
Tað má sigast at vera stórt spell, at slíkur atburður fer fram á einum ítróttavølli, og ikki minni, tá talan er um leikara, sum umframt at vera liðskipari á egnum liði eisini hevur borið armbindið á landsliðnum. Slíkur leikari skuldi helst verið fyrimyndin hjá ungum leikarum, men atburðurin í hesum føri var alt annað enn fyrimyndarligur.
Hvussu var og ikki, so broytti hetta tó einki um støðuna í dystinum, og tað vóru fegnir vágbingar, sum eftir dystin tustu inn á vøllin. Saman við úrslitinum av Toftum hildu teir, at nú var VB aftur á odda í fremstu deildini, men sum tað sæst aðra staðni í blaðnum, so er tað tó ikki soleiðis.
GÍ-VB 2-3 (1-1)
1-0: Súni Olsen 18 (br.)
1-1: Krzystof Popczynski 27 (br.)
1-2: Robert Cieslewicz 49
2-2: Áslakur R. Petersen 56
2-3: Krzystof Popczynski 63
Dómari: Lassin Isaksen (KÍ)
GÍ:
Hallur Hansen ? Jóan Petur Olsen, Poul Ennigarð, Leivur Hansen ? Áslakur Petersen, Súni Olsen, Magni Jarnskor, Poul Henning Jacobsen, Henning Jarnskor ? Hans Pauli Petersen, Helgi L. Petersen
VB:
Bjarni Johansen ? Jón Gærdbo, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen ? Palli Augustinussen, Tórður Holm, Michael í Lágabø, Milan Kulic, Jóan Pauli Olsen ? Robert Cieslewicz, Krsystof Popczynski