Sáttmálatræta
Enn er púra óvist, nær sandoyingar fáa gleði av teirri nýggju sandoyarferjuni. Samráðingar hava nú í eina tíð verið ímillum Fíggjarmálastýrið og Skipara- og Navigatørfelagið og ímillum Fíggjarmálastýrið og Maskinmeistarafelagið um viðurskiftini hjá yvirmonnunum, sum skulu sigla við nýggja skipinum.
Men tær samráðingarnar ganga ikki væl. Tvørturímóti er enn onki komið burturúr samráðingunum við navigatørarnar, sigur Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum. Tískil er ennpúa óvist, nær Sandoyarferjan verður sett í sigling.
Formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum, sigur, at tá ið saman um kemur, eru tað spurningurin um krónur og oyru, sum skilja partarnar.
?Tað er bara tíðin, sum fer at vísa, nær málið verður loyst.
Ellintur Abrahamsen sigur, at samráðingar vóru mánadagin, men at tað kom púra onki burturúr.
? Vit hava samráðst fyrr, men vrakaðu uppskotið, sum varð lagt fram. Á fundinum mánadagin varð uppskotið eitt sindur broytt á onkrum økjum, men á øðrum økjum varð tað blivið verri.
? Men høvuðsorsøkin til, at vit vrakaðu tað fyrra uppskotið, var ikki broytt í uppskotinum, sum varð lagt fram mánadagin og tí var ongin ivingur um at vit skuldu vraka uppskotið, sigur Ellintur Abrahamsen.
Annars hevur ljóðað, at semja hevur verið um, at Teistin skal setast í sama bólk sum Dúgvan. Men tað skilst á Ellinti Abrahamsen, at hetta er ikki heilt rætt.
? Við Dúgvuni er bara ein stýrimaður, men eftir manningarskjalinum fyri Teistan, skulu tveir stýrimenn vera við honum. Tí verður neyðugt at finna ein ella annan millumbólk til Teistan og at semjast um, hvussu sáttmálin skal snikkast til, so at pláss verður fyri tveimum stýromonnum.
? Hetta er ein av høvuðsósemjunum ímillum Fíggjarmálastýrið og Skipara- og Navigatørfelagið.
Í løtuni er skiparin á Dúgvuni løntur í bólki átta og stýrimaðurin í bólki seks.
? Men nú tveir stýrimenn skulu vera við Teistanum, hava vit kravt, at skiparin verður løntur í bólki níggju, yvirstýrimaðurin í bólki átta og hion stýrimaðurin í bólki seks, sigur Ellintur Abrahamsen