Enn er óvist um vit fáa viðgerðartrygd í sjúkrahúsverkinum

Men nú verður ein arbeiðsbólkur skjótt liðugur og so ber til at taka støðu

Enn er óvist, hvussu ein skipan um viðgerðartrygd kann setast í verk í føroyska sjúkrahúsverkinum. Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.

Fyri einum góðum ári síðani, í apríl í fjør, samtykti Løgtingið annars at kalla einmælt at Landsstýrið skuldi kanna,

hvussu ein skipan um viðgerðartrygd kann setast í verk á føroysku sjúkrahúsunum, og hvat tað fer at kosta.

Og nú hevur Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, spurt landsstýriskvinnuna, hvussu tað gongur við hesum.

Sirið Stenberg sigur, at fyrst í hesum árinum varð ein tvørfakligur arbeiðsbólkur settur at útgreina málið.

Í hesum sambandi skal arbeiðsbólkurin eisini kanna, hvussu langar bíðitíðirnar eru í dag og um sama skipan fyri viðgerðartrygd skal vera fyri allar sjúklingabólkar, ella um ymsir sjúklingabólkar skulu hava ymsar tíðarfreistir.

Bólkurin skal eisini kanna um skipanin við viðgerðartrygd skal setsast í verk í einum, ella um hon skal gerast í stigum. Og so skal bólkurin eisini greinað, hvat ein slík skipan fer at kosta.

Sirið Stenberg sigur, at eftir ætlan verður arbeiðsbólkurin liðugur í næstum, og tá fær hon eitt tilmæli frá honum.

Tá ið tilmælið er liðugt, er eisini grundarlag fyri at viðgera málið politiskt, og taka støðu til eina skipan við viðgerðatrygd, og hvussu hon kann verða sett í verk, sigur Sirið Stenberg.