Leo Poulsen
Á fundinum í Skiftirættinum hósmorgunin kom fram, at bústjórin ætlar at afturkalla keypssáttmálan millum Dimmalætting og D Media, sum er eitt nýtt felag, sum Dimmalætting stovnaði, eftir at útgávan av blaðnum steðgaði.
Ætlanin var at reka blaðið víðari í nýggja felagnum.
Samlaða uppgerðin higartil hjá Sigmund Poulsen vísir, at tað er eitt møguligt samlað virði í trotabúnum eftir Dimmalætting á 270.019 krónur. Hetta krevur tó, at ymisku aktivini verða seld fyri eina positiva høga upphædd.
Skuldin er uppgjørd í priviligerað krøv á 1.382.267 krónur, meðan trotabúgvakrøvini vóru 2.833.797 krónur, ella ein samlað skuld á 4.216.064 krónur.
Somuleiðis varð upplýst, at aktivini eru ætlað seld í januar.
Árni Gregersen, sum átti eitt krav móti D Media á 840.000 krónur, sigur, at hann veit ikki, hvat hann fer at gera, men at hann hevði sett krøvini fram, tí tað var hansara skylda.
Hann ætlar at tosa við bústjóran um, hvat frægast er at gera.
Tað er heilt vist, at vanligir kreditorar hjá Dimmalætting als ongar pengar fáa. Starvsfólkini fáa valla nakað heldur, hóast tey eru »previligeraði kreditorar«. Men av tí at Trygdargrunnurin og Arbeiðsloysisskipanin hava tikið um endan og goldið starvsfólkunum løn, verða tað helst Trygdargrunnurin og Arbeiðsloysisskipanin fara við tí syndrinum, sum fæst fyri búgvið eftir Dimmalætting.
Avrátt varð, at næsti fundurin í Skiftirættinum verður hósdagin 20. februar 2014 klokkan 09.15.