Men søgan, sum sjónvarpið borðreiddi við í gjárkvøldið er ikki minni óhugnalig: Tað var søgan um ferðina hjá Jørgeni Niclasen, einum skrivara og Herlufi Sigvaldsson í Washington í fjør summar.
Upp á tríggjar dagar kláraðu hesi fólkini at brúka 188.255 krónur.
Vit hava fyrr øtast um júst hesa ferðina. Tað var tí, at menninir í ferðalagnum vildu hava ein ávísan journalist í Miðlahúsinum við á ferðina. Aðalstjórin setti seg beinleiðis í samband við journalistin – uttan um leiðsluna í Miðlahúsinum, og lovaði at gjalda allar útreiðslur, um hon kom við. Hetta varð sjálvandi avvíst, tí ein landsstýrismaður sleppur ikki soleiðis at keypa sær umtalu í okkara miðlum. At velja sær ein ávísan journalist soleiðis er eisini beinleiðis ódámligt.
Slíkar søgur tæga burtur av trúðvirðinum hjá okkara politisku leiðslu. Slíkar søgur vísa, at vit hava landsstýrismenn og aðalstjórar, sum ikki eru sína uppgávu vaksnir, og tað vísir eisini, at løgmaður, sum skal hava eftirlit við landsstýrismonnum, ikki hevur peiling av, hvat teir fáast við.
Tað er uppgávan hjá fjølmiðlunum at avdúka slíka ovurnýtslu hjá politikarunum. So er bert at vóna, at miðlarnir hóra undan, so valdsharrarnir fáa neyðuga mótspælið.