Heðin Askham, venjari hjá EB/Streymi, vildi ikki endaliga staðfesta, at meistarasteypið fer í HB húsið, enn.
- Er teoretiskur møguleiki, so fara vit eftir tí. Vit kunnu sjálvandi ikki brúka ein 2-2 javnleik til nakað, og tað kann NSÍ heldur ikki. So hetta var rættiliga óheppið fyri okkum, segði Heðin Askham eftir dystin.
Hann heldur, at liðið hevði spælt ein góðan dyst, men at persónlig mistøk høvdu kostað nógv.
Eisini vísti hann á, at NSÍ hevði havt longri steðg síðan seinasta dyst, hóast hann ikki vildi nýta hetta at skylda uppá.