Enrique og Ellis bestu venjararnir

Luis Enrique og Jill Ellis eru kosin sum ársins venjarar til FIFA Ballon d’Or 2015

Luis Enrique, venjari hjá Barcelona, bleiv kosin til ársins venjara. Barcelona hevur í 2015 vunnið ikki færri enn fimm heiti. La Liga, Copa del Rey, Super Cup, FIFA World Club Cup og Champions League. Einasta steypið, sum Barcelona ikki vann, var stórsteypadysturin í Spania.

 

Hjá kvinnum vann Jill Ellis, sum er landsliðsvenjari hjá USA. Hon førdi USA til HM gull í Kanada farna summar. Hon hevur verið partur av amerikanska fótbóltssambandinum síðani 2000, og tók við sum venjari í 2014.