Eyðun á Borg
fø.-, da.-, en.-lærari
og puristur
Forvitnisligur málfyrilestur varð hildin í SVF fyri einum tveimum vikum síðani. Fyrilesturin snúði seg um purismu (málreinsan) og enska ávirkan á føroyskt mál.
DESIGN=SNIÐSKAPAN!? Fólk vórðu m. a. spurd, um tey søgdu design ella sniðskapan. Sjálvur kenni eg, sum eri mállærari, ikki so væl orðið, sniðskapan; finni heldur ikki orðið í orðabókum. Snið og sniðgevi (designer) kenni eg betur.
PURISMA: Annars undrar tað meg, at fólk tosa um purismu í sambandi við enskt mál. Purisma hjá okkum í Føroyum man heldur snúgva seg um danska ávirkan á føroyskt mál.
Fyri fáum árum síðani var ein málráðstevna í Norðurlandahúsinum. Hon var um enska ávirkan á norðurlendsk mál. Áhugaverd ráðstevna um t. d. enska ávirkan á danska málið; men hon hevði ikki so nógv við føroysk viðurskifti at gera
Munnu málfrøðingar halda, at vit í Føroyum eru í somu støðu sum danir viðvíkjandi enskari málávirkan?
Føroyskt verður í lítlan mun ávirkað av enskum, men í sera stóran mun av donskum!! (Lutfallið er kanska 95-5)!?!
Aftrat móðurmálinum hava vit jú danskt, sum skal lærast næstan líka væl sum føroyskt, áðrenn vit fara til 3. málið, enskt, sum er fremmandamál.
Danskt er allastaðni: sjónvarpstekstur, bløð, bøkur, filmar o.s.fr. Enskum er nógv minni av, og haraftrat líkist enskt nógv minni føroyskum, enn norðurlandamálið, danskt, ger. Tað ger so sjálvandi, at vit ikki so gleivbeint taka við enskum orðum sum teimum donsku, kendu.
Nøkur orð hava vit sjálvandi fingið úr enskum: trolari, slupp o.s.fr., og tað er í lagi; men purisma hjá okkum hevur fyrst og fremst við allar danismurnar at gera: dúkka, interessant, hálvfjerðs (við ð), vanskeligar forhandlingar, gletsjarin smeltar, krisa, nærmari, ellars, bitturheit o.s.fr. o.s.fr.
Taka vit t.d. vanskeligar forhandlingar (torførar samráðingar), so kundu føroyingar ikki funnið uppá at sagt hatta á enskum, ”difficult negotiations”, tí enskt er so fjart frá føroyskum.
Norðmenn brúka onkur ensk orð í fótbóltsmáli: keeperen, corner. Føroyingar herma bara eftir donskum: hjørna, straffi, bani, felt o.s.fr. Eingin føroyingur sigur hasi orðini á enskum. Hvussu nógvir siga tey á føroyskum, man vera ivasamt.
E.S. At fleiri føroyingar siga design og offside, er neyvan av enskari málávirkan. Vit í Føroyum siga design og offside, tí danir siga tað, ikki tí bretar siga tað.
Við málreinsanarkvøðu