Enskt úr 5. í 3. flokk

Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur ætlanir um at fremja broytingar í Fólkaskúlalógini við gildi frá 1. august 2006 at rokna

Høvuðsbroytingarnar eru m.a. hesar:
· Byrjanarundirvísingin í enskum verður flutt niður í 3. flokk.

Broytingarnar í enskum snúgva seg um at flyta ensktundirvísingina niður í 3. og 4. flokk. Enska málið er ein týdningarmikil samskiftislykil í alheimsgerðingini. Harafturat eru flestu børn kunnug við enskt mál, áðrenn tey fara í skúla. Tað kann tí tykjast nakað rangvørgt, at tey ikki fáa undirvísing í enskum, fyrr enn tey eru komin í 5. flokk.

Í flestu norðurlendsku grannalondum okkara byrjar ensktundirvísingin fyrr enn her hjá okkum. Eitt alment orðaskifti hevur júst verið, um næmingar fólkaskúlans eiga at byrja fyrr við enskum.

Sum er, byrja næmingarnir at læra danskt í 3. flokki. Hildið verður ikki, at tað fer at ørkymla frálæruna í donskum ella føroyskum, um byrjað verður við enskum í 3. flokki við 1 undirvísingartíma um vikuna. Ætlanin er at hava 2 undirvísingartímar um vikuna í 4. flokki.