Enskur fótbóltur í Sjónvarpi Føroya

Fótbóltur: SVF hevur gjørt avtalu við Canal+, sum hevur rættindi til leygardagsfótbóltin í Onglandi, um at sleppa at vísa leygardagsfótbólt fyri føroysku hyggjarunum

Óteljandi føroyingar hava ein serligan tokka fyri enskum fótbólti. Soleiðis hevur tað verið í mong ár, og áhugin er neyvan minkaður í seinastuni, nú fleiri og fleiri heimsstjørnur leita sær til Onglands at spæla.

Fyrr í ár frættist, at tað fór at verða sera trupult hjá Sjónvarpinum at fáa rættindi til at vísa enskan fótbólt í vetur, eins og teir hava gjørt nú í mong ár.

Døpur tíðindi fyri teir mongu fótbóltsáhugaðu føroyingar, men góð tíðindi fyri tær mongu fótbóltseinkjurnar, sum í fleiri vetrar ikki hava fingið samband við mannin millum klokkan trý og fimm leygardag seinnapart.


Avtala fram til ár 2000

Í gjár kom so tíðindaskriv frá Sjónvarpinum um, at SVF hevur gjørt avtalu við Canal+ um at senda leygardagsdystir.

Haraftrat fær SVF atgongd til ymiskt annað tilfar, sum millum annað verður brúkt til at gera sendingina »mál, mál, mál«.

Væntandi verður fyrsti dysturin at síggja longu annan leygardag, tann 14. november, men hvør dysturin verður, er ikki greitt enn.

Í komandi viku fær SVF serliga útgerð sendandi úr London, sum skal brúkast í samband við at senda dystirnar.


Dýr avtala

Hvussu nógv avtalan við Canal+ hevur kostað, vil sjónvarpsstjórin ikki siga, men hann sigur tó, at upphæddin er hægri, enn hvat hon hevur verið áður. Hetta vísir seg at verða galdandi fyri allar ítróttarsendingar yvirhøvur, at tær eru dýrkandi.

Enn er Sjónvarp Føroya einasta almenna sjónvarpsrásin í heiminum, sum hevur gjørt avtalu við Canal+ um ensku leygardagsdystirnar.

Í Danmark royndu DR og TV3 í felag at keypa rættindini til dystirnar, men fingu tey ikki, hóast tilboðið hjá teimum var sjey ferðir hægri enn tað, sum DR rindaði í fjør.