Enskur landsliðsleikari ávegis Chelsea

Verjan hjá Chelsea hevur hetta kappingarárið deilt ov nógvar jólagávur út til mótstøðuliðini, og tí skal verjuparturin nú styrkjast. Bolton váttar, at felagið er í samráðingum við Chelsea um miðverjan, Gary Cahill.

 

Chelsea hevur fingið ein misjavna byrjan upp á kappingarárið og venjarin, Andre Villas-Boas, hevur boðað frá, at menn sum Nicolas Anelka og verjuleikarin Alex fyribils ikki hava nakra framtíð í felagnum.

 

Bolton venjarin, Owen Coyle, váttar sambært BBC, at Bolton og Chelsea eru í samráðingum um 26-ára gamla miðverjan. Sáttmálin hjá Gary Cahill við Bolton gongur út í summar og skal felagið hava pengar fyri hann, so mugu teir selja hann í januar.

 

Fleiri feløg vístu í summar áhuga fyri ensk landsliðsleikaranum. Millum annað veit BBC at siga, at Arsenal bjóðaði upp á hann, men at Bolton takkaði nei.

 

Gary Cahill skifti í januar 2008 til Bolton frá Aston Villa fyri góðar 45 milliónir krónur. Í summar tosaðu bretskir miðlar um at prísurin fyri Gary Cahill lá nærmari 200 milliónum krónum, men við bara einum hálvum ári eftir av sáttmálanum, so er tað meiri sannlíkt at prísurin verður væl minni enn tað.

 

Gary Cahill hevur spælt sjey landsdystir fyri Ongland.