Hanus Kamban
Skaldsøgan Ringanna Harri kann líknast við eitt veldugt gonguverk við einum ótali av størri og smærri hjólum - hendingum, ríkjum, málum og verum. Tann dýnamo, sum drívur urverkið, er Ringurin Eini, sum í megi ber av teimum trimum ringunum hjá álvunum, teimum sjey hjá dvørgunum og teimum níggju, sum menniskjuni fingu.
Í fyrsta parti av skaldsøguni - sum fatar um fyrstu og aðru bók, og sum kom á føroyskum í fjør - varð løgd fram fyri lesaran søgan um, hvussu hesin gripur, sum Sauron hevði smíðað, endaði í hondunum á einum av hobbunum, tí minst eftirgáaða fólkinum í Miðgarði. Á ráðstevnuni hjá Álvrádna í Klivdali varð gjørt av, hvat skuldi gerast við ringin, og hvør skuldi vera ringberi, og sostatt lósu vit um, hvussu teir níggju í ringliðnum fóru undir sína drúgvu ferð. Við brúnna í Khasad-Dûm í Moriafjøllum fell teirra vegvísari Gandálvur Grái, í bardaga við balroggin, niður í dýpið og varð ikki sæddur aftur. Tá ið liðið kom til Raurosfossin í ánni Anduin, varð Boromir, son-ur valdsharran í Gondor, feldur av fjallatussum. Samstundis syndraðist ringliðið í tríggjar partar.
Annar partur av Ringanna Harra - TEY BÆÐI TORNINI, latin í fyrimyndarliga vakran føroyskan nútíðarbúna - var at fáa í bókhandlunum frá í gjár. Í hesum parti fylgja vit, í triðju og fjórðu bók, teimum trimum bólkunum á teirra ferð longur inn í sagnarheimin hjá Tolkien. Søgan er spennandi og ævintýrkend, men kann eisini - við tað at skaldið drálar uppi yvir landsløgum og gróðri - viðhvørt tykj-ast villingarsom, og hetta seinasta er nettup við til at geva henni dýpd og veldi. Sum onkur minnist, valdi Fróði tann kost at fara einsamallur inn í Mordor við ringinum, uttan at hinir vistu, hvar hann fór. Tað lukkaðist hansara trúgva tænara Sam at fáa hann aftur, og hetta gjørdist seinni hansara - og heimsins - bjarging. Pippingur og Káti vórðu tiknir av tussum, og teirra lagna lá eftir hetta í hondunum á sterkum og merkiligum skapningum.
Hvat ið viðvíkir hinum trimum, Legolasi, Aragorni og Gimla, so verður teirra leiklutur smátt um smátt - kundi ein kanska sagt - tvinnaður saman við teimum stórpolitisku viðurskiftunum í Miðgarði. Arvafíggindar eru Mordor og tað forna ríkið Gondor. Men hvørja støðu skal tað til tað unga ríkið Róhan, har stoltir og vakrir reiðmenn norðanífrá búgva, velja í hesi orrustu, og, ikki minst, hvønn kost velur Saruman hin Hvíti, gandakallurin í Ísgarði? Legolas, Aragorn og Gimli eru leingi í villareiði, men tá ið Gandálvur Grái vísir seg á øðrum sinni, verður táttað í teir hugmyndafrøðiligu teymarnar, og Ormstunga, ið sum ein annar Gýðin jallur sýgur máttin úr Harranum í Róhan, verður avdúkaður. Hesin partur av ringbardøgunum verður gjørdur av í orrrustuni við Helmars Dýpi og í entanna kvørkrataki um Ísgarð. Saruman er nú, eins og tann ikki minni stuttskygdi Mussolini í 1943, farin úr spælinum. So langt kemur annar partur í síni stórpolitisku viðgerð. Søgan um enda-brestin - har Gondor og Róhan, álvar, dvørgar, menn og hobbar fylkjast ímóti Sauron, og har Gondors sanni harri aftur sessast í sínum hásæti - verður søgd í triðja og seinasta parti (fimtu og sættu bók), sum kemur út næsta ár.
Tey, sum hava sæð teir tríggjar filmarnar hjá Peter Jackson - og tey eru mong - hava helst eina hylling á hesi gongd. Filmarnir eru væl snaraðir, men far ikki skeivur, kæri lesari, í skaldsøguni er sevja og stemningur, litur og poesiur, sum einki filmsverk kann endurskapa. Fyri bara at taka eitt dømi, so dró rithøvundurin gyltan fong, tá ið hann - við innblástri frá tí angulsaksiska orðinum ent (og, siga bókmentafrøðingar okkum, í kapping við Shakespeare, sum í Macbeth letur hetjuna halda, at Birnam skógur gongur til Dunsinane) - kveikti ta merkisverdu søguna um entarnar, ið sum ein vistfrøðilig persóngerð vakna úr dúri, fara til gongu og gera upp við skógarfellaran Saruman. Ikki minni hugtakandi er frásøgnin hjá Gandálvi um ferðina niður í deyðsríki, haðani hann kemur aftur sum ein annar Óðin ella Orfeus, vísari og sterkari, sum menniskja, ið hevur sæð feigdina í eyguni og vunnið á djúpari kreppu.
Men minniligast eru lýsingarnar av landsløgum og vøkstri: fløtur og fjøll, kluftir og áir, sólsetur og sólarris, driv og pollamjørki, ófrættakendur skýdráttur, reyn og brekkur, sum eru berkað og gróðrarpínd av meinfýsni, og kanska serliga tað grøna, silkimjúka grasið í Róhan, sum okkara hetjur vaða í upp til kníggja, alt hetta hevur Tolkien lýst gjøgnum eina søguskygda litprismu og við eini sjarmu, so eingin ger honum tað eftir. Vit eru her stødd í tí tíðarleysa heiminum hjá Nornagesti og Høgna Gjúkasoni:
Vær ríðum so fram á Fávnis ból,
Har skein gull, sum geisar av sól
...
Meðan triðja bók skiftandi greiðir frá ferðini hjá Pippingi og Káta og hjá Legolasi, Aragorni og Gimla, er fjórða bók burturav halgað ferðini hjá Fróða og Sam fram við Emyn Muil fjøllum, tvørtur um mýrarnar og oman ímóti Minas Morgul í Mordor. Í hondunum á lakari skaldi kundi frásøgnin her blivið ov eintáttað, men Tolkien hevur sjáldsamar gávur at halda spenninginum uppi við alsamt at lata landslagið skifta og við at lata tann myrknandi skuggan úr Mordor vaksa um angistarkenslu og ófrættadám. Samstundis følist tað sum eitt frábregðilsi, tá ið okkara smáu kappar av tilvild renna seg í Faramir, tann yngra sonin hjá Gondors uppsitara, og hansara menn. Munurin í lyndi millum Faramir og tann eldra beiggjan Boromir fær avgerandi týdning fyri søguna og fyri ferðina hjá Fróða og Sam. Og skuldi lesarin havt okkurt at funnist at og kanska linkað eitt sindur, so fær hann rættiliga kaldasveittan fram í teimum seinastu kapitlunum, har Fróði og Sam hitta tað eiturkoppakenda ódjórið Shelob, og har skaldið í síni lýsing av fúlum, stinkandi óndskapi yvirgongur seg sjálvt.
Men tað, sum fyrst og fremst gevur hesi fjórðu bók dýpd, er ein annar persónur, sum lesaran longu hevur varnast var á veg, men sum hann seinast hitti, ikki í Ringanna Harra, men í Hobbanum. Hetta er sjálvandi Golli, sum á ungum árum læt seg tøla av ringinum út í siðaligt óføri, sum leingi bøldi yvir ringinum í bleikari einsemi, sum síðani misti hann, og sum nú bara hevur ein longsil: at fáa ringin aftur. Søgan um tríkantin Fróða, Sam og Golla er áhugaverd sálarfrøðiliga, men ikki minni átrúnaðarliga. Sam er tann raski og djarvi, sum ikki hevur tol við lúnskum illmennum, Fróði er djúpari kveiktur, hann er Fróði Friðargóði, hann sum gongur undir menniskjans óndskap og næstan hoknar undir byrðuni, og sum megnar at várkunna eisini skaparans brotnastu kørum, og tí eisini Golla. Og kanska er tað myndin av hesum seinasta, sum hevjar Ringanna Harra upp um vanligan sveimlesnað, tí í henni hómast sami farri av grið, endurloysn næstan, sum eisini eyðkennir Caliban-lýsingina í Harðveðrinum eftir Shakespeare. Soleiðis verður greitt frá, tá ið Fróði sovnar í fanginum á Sam, og Golli kemur fram á teir báðar:
Eitt løgið bragd fór um hansara soltna, svanga andlit. Glæman hvarv úr eygum hansara, og tey gjørdust dimm og grá, gomul og móð. Tað var, sum ein knapplig pína fór ígjøgnum hann, og hann vendi sær burtur, hugdi niðan á skarðið og risti við høvdinum, sum hevði hann onkra samrøðu við seg sjálvan. So kom hann aftur, og spakuliga rætti hann út eina ristandi hond og nam sera varisliga við knæið á Fróða - tað var, sum kíndi hann honum. Hevði ein av teimum sovandi sæð hann í hesi lítlu løtuni, vildi hann hildið, at hann sá ein gamlan troyttan hobba, farnan av árunum, sum høvdu borið hann langt út um tíð hansara, út um ætt og vinir og ungdómsins áir og markir, eitt gamalt, hungrað neyðarsligt skepilsi.
Skal til seinast verða nevnd ein onnur orsøk til, at vit við Ringanna Harra standa yvir av einum sonnum klassikara, so er tað tann, at henda skaldsøga, so long hon er, er sum tann fyrsta sýnin dagandi sum frá líður ímóti einum nógv víðari og eldri landslag: sýn aftan á sýn av søgn, mýtu, fólkasløgum, málum og mentan-um. Ein kann tí siga um persónarnar í bókini, at teir allir hava langan skugga, daga á einum trídimensjónalum lørifti, so at ein, meðan lisið verður, í heilum fær hug at kveita í eitt annað verk eftir Tolkien - The Silmarillion - har fortalt verður, sum í Heimskringlu, um skapanarsøgu og ættarsøgu, um ljósálvar og svartálvar, um málini Quenya og Sindarin og um Nûmenor, álvanna ríki, haðani ein farri viðhvørt, í Ringanna Harra, sæst skína á Aragorn og Fróða. Sum mimetiskt verk er Ringanna Harri sostatt, við at hon endurgevur heimsins veruliga kompleksitet, merkisverd.
J.R.R. Tolkien: Ringanna Harri. Annar táttur: TEY BÆÐI TORNINI. Axel Tórgarð týddi. Kápumynd eftir Trónd Patursson. Kr. 350. Forlagið Stiðin gav út.