28. februar 1998 skrivaði eg bræv til Arbeiðsloysisskipanina, við umbøn um innlit í ávíst mál, sum stovnurin hevur avgreitt. Í svari, dagfest 04.03.1998, noktar stovnurin at viðgera umbøn mína, við hesi grundgeving:
?Arbeiðsloysisskipanin metur seg ikki at kunna roknast sum part av almennu fyrisitingini undir heimastýrinum?.
Í skrivið til ALS, dagfest 6. mars 1998, mótmælti eg avgerðini hjá stovninum. Eg vísti fyrst og fremst á:
- at Arbeiðsloysisskipanin er sett á stovn sambært Løgtingslóg nr. 17 frá 10.03.1992
- at Arbeiðsloysisskipanin verður rikin sambært Løgtingslóg nr. 113 frá 13.06.1997
Harafturat vísti eg á tær fyrisitingarligu heimildir, sum eru veittar stovninum við Løgtingslóg nr. 113 frá 13.06.1997:
- skuld mótvegis ALS kann krevjast inn við panting (§ 9, stk. 2 og § 12, stk. 3). Panting hoyrir undir fyrisitingarrættin, og viðvíkir altíð krøvum frá tí almenna mótvegis borgara. Hevur stovnur rætt til at krevja skuld inn við panting má talan sostatt verða um ein almennan stovn.
- stýrið fyri ALS hevur heimild til at gera kunngerðir (§ 12, stk. 6, § 13, § 14, stk. 2 og 3, § 16, stk. 4 og 5, § 20, § 21 og § 24, stk. 4). Kunngerðir verða gjørdar við heimild í lóg, og talan er altíð um, at ein fyrisitingarmyndugleiki hevur fingið heimild frá lóggevara til at gera algyldugar fyrisitingarreglur við gildið fyri borgararnar. ALS hevur fingið tílíka heimild, og má stovnurin tí verða at rokna sum ein fyrisitingarmyndugleiki.
- ALS kann útvega sær upplýsingar frá Toll- og Skattstovu Føroya og frá Almannastovuni, ?til nýtslu í sambandi við útrokning og eftirlit við útgjaldsupphæddum? (§ 27 stk. 1 og 2). Sambært Fyrisitingarlógini (Løgtingslóg nr. 132 frá 10.06.1993 um fyrisiting) stendur í § 27: ?Upplýsingar um heilt privat viðurskifti hjá einstaklingum...er ikki loyvt at lata øðrum fyrisitingarmyndugleika. Stk. 2: Tær í stk. 1 nevndu upplýsingar kunnu tó latast víðari til annan fyrisitingarmyndugleika tá...tað fylgir av lóg ella ásetinugum við heimild í lóg, at upplýsingin skal latast víðari. Tað sæst av hesum, at einans fyrisitingarmyndugleikar kunnu fáa rætt til innlit í tey viðurskifti, sum nevnd verða í § 27 stk. 1 og 2 í Fyrisitingarlógini. Tá ALS hevur serstakan lógarfestan rætt til tílíkt innlit má ALS soleiðis verða at roknað sum ein fyrisitingarmynduleiki, og sostatt má stovnurin vera at rokna sum ein partur av ?almennu fyrisitingini undir heimastýrinum?.
Í skrivið, dagfest 18.03.1998, váttar ALS at hava móttikið kæru mína. Men støðan hjá ALS er óbroytt:
?Arbeiðsloysisskipanin er framvegis av teirri uppfatan, at hon ikki kann roknast sum partur av almennu fyrisitingini undir heimastýrinum, og tí ikki er umfatað av løgtingslóg nr.133 frá 10. juni 1993 um innlit í fyrisitingina.?
Víðari stendur:
?Arbeiðsloysisskipanin...vil mæla til at tygum leggja málið fyri dómsvaldi til endaliga støðutakan, um tygum framvegis er ósamdur við niðurstøðuni hjá Arbeiðsloysisskipanini?.
Tessvegna at eg eri sannførdur um, at ALS sjálvandi er partur av almennu fyrisitingini undir Landsstýrinum, og tessvegna at ALS á ongan hátt hevur grundgivið fyri, hví stovnurin ikki skuldi verið at mett sum sovorðin, avgjørdi eg, heldur enn at stevna, at kæra málið fyri Landsstýrið.
Í skrivið, dagfest 18. mars 1998, til landsstýrismannin í arbeiðsmarknaðarmálum (sum tá var Óli Jacobsen) kærdi eg leiðsluna á ALS fyri brot á ávíkavist Fyrisitingarlógina og Lógina um alment innlit. Í skrivinum bað eg Landsstýrið taka støðu til, hvørt ALS er ein partur av almennu fyrisitingini í Føroyum ella ikki.
Síðani tá hevur deyðatøgn valdað úr Landsstýrinum. Eg havi hvørki hoyrt orð ella eið, sum bara ber brá av ein viðgerð. Hetta harmar meg almikið. Kann tað verða rætt, at stovnar, hvørs einasta endamál er at fremja í verki tær lógir og ásetingar, sum Føroya Løgting samtykkir, kunnu avgerða at seta seg sjálvar uttanfyri lóg og rætt? Tekur Landsstýrið undir við hesi framferð?
Tað skal tí vera mín vón, at Landsstýrið nú vísir mær tann sóma, at tað hirðir at svara mær uppá spurningin:
Er Arbeiðsloysisskipanin almenn ella privat?
Við vón um skjóta og sakliga viðger
Keypmannahavn 27/05/98
Jóanes N. Dalsgaard