Er feilur í vil eg fegin síggja hann

Hetta er eitt heilt einfalt roknistykki. Nettoútreiðslurnar til eldraøkið er upp á 338 milliónir, og tað eru teir pengarnir, sum skulu fylgja við økinum, sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri

Jørgen Niclasen skilir ikki, hvussu KFS fær eitt annað tal enn tað, sum Fíggjarmálaráðið kemur til.
- Tað er púra einfalt. Tølini hjá okkum eru veruligi kostnaðurin av eldraøkinum. Talan er um nettotøl, tí vit vita, at fólk gjalda fyri at búgva á eldrabýlunum, men nettotalið fyri eldrøkið eru hasar 338 milliónirnar, sum vit lata fylgja við eldraøkinum út til kommunurnar, sigur Jørgen Niclasen.
Men er feilur í tølunum, vil hann fegin, at kommunurnar vísa á hann.
- Eg dugi ikki at síggja, at nakar feilur skal vera í tølunum, tí hetta er tað, sum tað kostar. Tað er púra einfalt og einki hokus pokus í tølunum, sigur Jørgen Niclasen.
Hann vísir eisini á, at fleiri eldrabýli eru bygd seinastu tíðina, og framrokningar vísa eisini, at eldraøkið ikki fer at dýrka nakað munandi.
- Tað eru búplássini, sum kosta at byggja, men nú er tørvurin nøktaður, og tí verður ikki talan um nakrar munandi óvæntaðar útreiðslur til kommunurnar, sigur Jørgen Niclasen.
Framskrivingarnar vísa, at útreiðslurnar til fólkapensjón fara at vaksa.
- Men tað er ein heilt annar spurningur, tí tað verður framvegis landið, sum fer at halda útreiðslurnar til fólkapensjón, sigur Jørgen Niclasen.
Hann vísir eisini á, at hann einki hevur sæð til tær útrokningar, sum KSF hevur gjørt, men tá tala er um nettotøl, er talan um 338 milliónir krónur.
- Hetta eru tølini, sum tað kostar í netto, og tí er tað hesar 338 milliónirnar, sum fylgja við eldraøkinum, sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri.