Spurningurin er tó, um fleiri pengar er einasti og nøktandi mátin til at dagføra og framtíðartryggja føroyska heilsuverkið.
Hvør var støðan í áttatiárunum og áðrenn kreppuna fyrst í nítiárunum?
Eftir danskari alin helst á leið ? men sammett við hini norðanlondini var Landssjúkrahúsið (LS) sum eind afturúrsiglt, hóast summar funktiónir virkaðu á høgum støði. Í 1992 var tørvurin á teknologiskari basisútgerð á LS gjørdur upp til 17 mio. kr. Og ikki fyrrenn í 1991 var eitt álit liðugt um útbygging av LS, sum kreppan tó steðgaði. Týðandi serlæknaøki vóru als ikki normerað, ikki til staðar, og serliga sjónsk var undirmanningin innan narkosu, obstetriska og pædiatriska økið. (Fylgjurnar kann ein síggja í yvirlitum yvir perinatalan mortalitet (pinkubarnadeyða) hesi árini).
Búskaparliga trongu árini í Danmark seinnu helvt av 70'unum gjøgnum øll 80'ini og inn í nítiárini mergsugu danska heilsuverkið, so støðið bæði kvalitativt og kvantitativt lækkaði á so at siga øllum økjum. Tá tað kom til stóru sjúklingabólkarnar við krabbameins- og hjartasjúkum, máttu danir venja seg til, at hvørki útgerð ella førleiki, sum grannatjóðirnar bjóðaðu sínum sjúklingum, var í landinum. Teir máttu góðtaka, at land teirra ikki megnaði meir enn lutvíst 1/3 av bypass-skurðviðgerðum hini norðanlondini bjóðaðu, og at krabbameinssjúklingar ikki sluppu framat stráluviðgerð, sum í grannalondunum. Eisini gjørdu serlæknafeløgini vart við, at útbúgvingarstøðið var farið undir alt mark. Drúgva stagnatiónin viðførdi, kanska eina mest uttan fyri universitetssjúkrahúsini, eina diagnostiska og viðgerðarliga nihilismu ? tí tú fekk ikki hjálpt sjúklingunum í hvussu var.
Heldur ikki hava vit himprast við at bjóða føroyingum tann ivasama solidaritet at standa í kø saman við dønum til krabbameinsviðgerð og hjartakirurgi, uttan mun til um okkara egnu fíggjarligu evnir vóru til aðra loysn ella ikki.
Fyri danir var henda støða kanska ikki heilt órímilig. Eitthvørt land má seta sínar heilsupolitisku ambitiónir eftir síni fíggjarliga orku.
Hugburðurin her á LS og gjøgnum árini eisini umsitingarliga og politiskt hevur ligið og liggur so nær uppat danskari siðvenju, at vit so at siga av fríum vilja hava "forvaltað" arbeiðslag og mál hjá kreppu-kenda danska heilsuverkinum her á LS, eisini áðrenn okkara egna kreppa byrjaði.
Um tørvurin á fermetrum, teknologi og serlæknaøkjum gjøgnum 80'ini ? tá so mangar íløgur vóru gjørdar ? varð settur eftir einum norðurlendskum mátistokki heldur enn einum donskum, er óvist um støðan hevði verið so ring í dag. Hinvegin eiga vit, hóast stórar íløgur standa fyri framman og nógvir trupulleikar enn eru at vinna á, at minnast til, at Landssjúkrahúsið gjøgnum 90'ini, hóast ein kreppukendan búskap, hevur fingið ikki sørt av nýggjari teknologi og eisini fingið týðandi serlæknaøki normeraði og mannaði og soleiðis fingið tilskot av týdningarmiklari vitan. Vit kunnu tí eisini fegnast um, at ein av teimum avgerandi vælferðarparametrunum, nevniliga pinkubarnadeyðin, er fallin og nú liggur millum teir lægstu í norðanlondum. Vit síggja eisini úrslit í einum av teimum størstu sjúklingabólkunum, har árligi deyðin av hjartasjúku er spakuliga fallandi seinnu árini.
Danir hava seinnu árini, nú teirra fíggjarstøða er batnað, økt munandi um bæði íløgur og fíggjarkarm til heilsuverkið. Kvalitetur og kapasitetur er skjótt aftur á norðurlendskum støði. Hiðani havi eg innan hjartaøkið týðuliga merkt hesa framgongd, sum eisini er komin føroyskum sjúklingum til góðar.
Hvør er læran?
Einki er at ivast í, at kreppan fyrst í nítiárunum var eitt bakkast fyri føroyska heilsuverkið. Hinvegin hevur kreppan ikki verið so drúgv, at hon skuldi sett okkum í eina so torføra støðu, sum vit hava verið í seinastu árini. Nógv bendir á, at okkara egna og púra frívilliga tillaging til drúgvu donsku kreppuna gav okkum eitt órímiliga lágt útgangsstøði við atliti at manning, teknologi og arealtørvi, áðrenn okkara egna kreppa byrjaði. Ikki er tí at undrast á, at tungt er at koma uppundan aftur. Vit skulu ikki bert taka heilsuverkið burturúr okkara egnu kreppu, men eisini úr tí donsku, sum vit sjálvi hava tikið inn á okkum. Munurin gerst alt sjónskari nú danska heilsuverkið mennist í stórum saman við positivu gongdini í danska búskapinum.
Sjálvsagt er lítil troyst í at størri partur av truplu støðini á m.a. LS er at finna áðrenn kreppuna.Hetta eigur tó at minna okkum á hvussu skeivt tað kann ganga tá vit lena okkum uppat útlendskum "loysnum", og sjálvi hava valt at hava bind fyri eyguni.
Um vit innan heilsuverkið, ? og tað geldur helst onnur øki við - ikki syrgja fyri, at vit í størri mun lata okkum ávirka av øðrum londum, kanska serliga norðanlondum, verður tað helst ikki seinastu ferð, at vit gera tað álvarsama mistak, at vit kopiera danskar skipanir, sum kunnu vera óegnaðar, og tíðin vera gingin frá. Uttan útbúgvingar og uttan arbeiðsroyndir úr øðrum londum enn í Danmark fær almenni sektorurin tað torført, tá tað kemur til at gera sjálvstøðugar metingar og síðan gera syntesir, sum taka støði í føroyskum viðurskiftum.Fyri teimum flestu tykist hetta sjálvsagt og natúrligt, men farið ikki skeiv, tí sterkar kreftir meta tað sum tað reina myttarí at taka sonevndar ódanskar loysnir uppá tunguna. Okkara ótrúliga sterka mentala binding til donsk viðurskifti og nærmast paniski ótti fyri aðrari ávirkan kann sum frálíður gerast størsta forðingin fyri ? ella amboðið ímóti ? sjálvbjargni.