Týskvøldið varð borið út eitt lýsingablað frá Skemmuni. Blaðið segði seg sjálvt vera galdandi frá 4. januar til 17. januar, og var sostætt ikki galdandi longur, hóast tað júst er komið í postkassan. Tað í sjálvum sær er villleiðandi marknaðarføring, og harvið brot á triðju grein í marknaðarføringarlógini.
Víðari kundi staðfestast, at blaðið ikki var á føroyskum máli. Eitt greitt brot á sjeyndu grein a, ið sigur, at “Lýsingar og lýsingatilfar, sum er beinleiðis ætlað brúkarum í Føroyum, skal vera á føroyskum”. Greinin er greið í orðum, so her er ilt at ímynda sær, at man við eini kunngerð kann siga, at tað kortini ikki nýtist at vera á føroyskum.
Brúkarasamtakið boðaði beinanvegin Skemmuni frá mistøkunum, men ætlaði ikki at gera meira við málið. Orsøkin til, at vit nú kortini gera vart við okkum, er, at vit í tíðindunum hjá Kringvarpinum mikukvøldið fingu ta fatan, at Skemman og Prentmiðstøðin ikki mettu seg vera umfatað av lógini. Vinnumálaráðið skuldi hava gjørt eina broyting, ið tíðindini tó ikki greiddu nærri frá, og tí kundi blaðið berast út. Vit meta tað vera av størsta týdningi fyri føroyska brúkaran, at henda skeiva fatan av nýggju marknaðarføringarlógini verður jarðað beinanvegin. Lógin er greið, og eigur at verða vird av øllum pørtum. Byrjar man at pilka okkurt burturúr, tí tað ikki hóvar einum, kann vera skjótt, at einki er eftir.
Nýggja Marknaðarføringarlógin leggur upp til samstarv millum Brúkaraumboðið og vinnuna. Meiningin er ikki, at alt og øll skulu trumlast niður av einum snævurskygdum brúkarakóboy, men at man finnur útav tingunum í einum semjusøkjandi anda, tí trygga marknaðinum at frama. Tí er lógin ikki beinleiðis skipað sum ein lóg, ið handilsfólk skulu revsast eftir. Kortini hevur Brúkaraumboðið heimild til at áleggja vinnuni ávísar mannagongdir. Verða hesar ikki fylgdar, ber til at krevja revsing. Men tað átti ikki at verið neyðugt.
Lógarásetta Brúkaraumboðið, ið av røttum skuldi verið farið til verka tann 1. januar, tykist vera komið í drag. Hetta, hóast peningur er játtaður. Tí er lógin fyribils løgd til Fjarskiftiseftirlitið at umsita. Men tað kann tykjast óskiljandi, at man, hóast tøkan pening, ikki setur hetta so týdningarmikla starv.