Er nakað helt galið í okkara landi? Er alt blivið korrupt?

Ella hevur Kringvarpið selt seg til stórkapitalin?

 

Hetta er triðju ferð, at eg skrivi um fiskavirkisskipanina.

 

Men meiningin hjá mær verður ikki tikin við, hóast eg eri nevndarformaður á einum virki, sum hevur brúk fyri hesi skipan.

 

Í dag á middegi tosaði Kringvarpið við stjóran í Luna, hann visti at siga, at henda skipanin má og skal avtakast.

 

Hesir sjálvir hava heilar fjarðar í Føroyum og skóla pengar inn av tí, so sjálvandi skuldu teir ikki fingið eitt oyra úr skipanini.

 

Í gjár slapp Mowi at hava kraftigar meiningar um fiskavirkisskipanina. Eisini teir hava heilar fjarðar í Føroyum undir sær og skóla pengar inn.

 

Sjálvndi skuldu teir ikki fingið úr skipanini.

 

Ein annan dag var Kringvarpið og tosaði við Bakkafrost, eisini teir høvdu ikki brúk fyri fiskavirkisskipanini. Sjálvandi skal Bakkafrost ikki fáa úr fiskavirkisskipanini.

 

Men Kringvarp Føroya, tit koyra ein vemmuligan politikk, men tann meiniga mannin leggja tit lítið í, tí tit sleiska fyri stórkapitalinum.

 

Hesar fyritøkur liggja oman á teimum flestu fjarðunum í Føroyum, men missunnna teimum, sum virkuliga hava brúk fyri skipanini.

 

 

 

Gerhard Lognberg,

 

Nevndarformaður í Sandoy Seafood