?Er tað ókey??

Hetta er heitið á mótmælisgonguni hjá næmingunum í Hoydølum, ið verður í morgin kl. 10. Næmingarnir á skúlanum fara at mótmæla ímóti vánaligu karmunum á skúlanum. Slagorðini hjá teimum ljóða:

?Er tað ókey...

At verandi hølisviðurskifti á studentaskúlanum í Hoydølum eru gjørd út frá námsfrøðiligum hugsjónum, sum eru meira enn 40 ára gamlar?

At tað í ár eru 10 ár liðin, síðani vit í Hoydølum fingu lovað ein nýggjan skúla. Men dagur dettur av degi, ár av ári, og onki hendir?

At ringar umstøður eru beinleiðis atvold til uppsagnir hjá fyrrverandi skúlaleiðsluni í Hoydølum?

At ongin skipað langtíðarætlan er fyri studentaskúlanum í Hoydølum. Tað einasta, sum hendir er, at sjálvsøgd minimumskrøv verða uppfylt?

At tað í dag ganga 600 næmingar á einum skúla, ið var bygdur til 200?

At politikararnir í fleiri ár hava sagt seg vilja geva okkum betur umstøður, men at einki er hent enn?

At okkara skúli - grundarsteinurin fyri víðari útbúgving hjá flest øllum føroyingum - er so slitin.?

 

Næmingaráðið, ið skipa fyri mótmælisgongdini, siga, at tey halda tað vera av størsta týdningi at vísa politikarunum, at tey ikki góðtaka núverandi umstøðurnar; at betong, vegir og fiskur, verður raðfest hægri enn Føroya ungdómur - Føroya framtíð.