Erdogan stríðist fyri framtíðini

Turkaland skal í dag velja forseta fyri næstu fýra árini

Recep Erdogan og konan Emine valdu í Istanbul í morgun (Mynd: Reuters)

Verður tað sitandi forseti Recep Tayyip Erdogan ella avbjóðarin Kemal Kiliçdaroglu, sum skal vera forseti í Turkalandi næstu fýra árini?

 

Tað er spurningurin, sum skal avgerast á forsetavali í Turkalandi í dag.

 

Hetta er annað valumfar, og tey bæði valevnini, sum fingu flestar atkvøður á fyrra valinum, eru einastu valevni í dag. Vinnarin av valinum verður forseti.

 

Erdogan hevur verið leiðari í Turkalandi í tvey áratíggju, og hann førir seg fram sum tann støðugi og miðvísi leiðarin, sum hevur nógv eftir at gera. Avbjóðarin Kiliçdaroglu sigur seg vera nýskapari og heldur, at Turkaland skal sleppa sær av við einaræðið, sum hann kallar valdið hjá Erdogan..

 

Á fyrra valumfarinum fekk Erdogan 49,4 prosent av atkvøðunum, og Kiliçdaroglu fekk 44,9 prosent. Sambært eygleiðarum liggur Erdogan til at vinna valið í dag.

 

64 milliónir fólk hava valrætt. Valhølini lótu upp klokkan seks í morgun, og tey lata aftur klokkan 15 í dag. Síðani skal teljast upp, og roknað verður við, at valúrslitið verður greitt í kvøld.

 

Recep Erdogan og konan Emine valdu í Istanbul í morgun (Mynd: Reuters)