Tað er greitt, at eftir at Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, váttar fyri Kringvarpinum, at hann fer ikki at ganga ímóti samgonguni, eins og Johan Dahl, sum hevur boðað frá, at hann fer at atkvøða fyri uppskotinum hjá andstøðuni.
Tí verður tað Annika Olsen úr Fólkaflokkinum, sum hevur avgerandi atkvøðuna. Hóast hon er tann í Føroyum, sum hevur gift felst samkynd pør sum borgarstjóri í Havn, so hevur hon ikki viljað sagt sína støðu. Sosialurin hevur fleiri ferðir spurt hana, men hon rennur undan, lovar at ringja aftur, men ringir ikki aftur.
Og tá vit ringja aftur til hana hevur hon ikki viljað tikið telefonina.
Tí vita vit ikki, hvørja støðu hon hevur, nú hon aftur er komin á ting sum varafólk. Hon var ikki við til at gera samgonguskjalið, og spurningurin er tí, um hon eins og Erhard Joensen bakkar fyri trýstinum.
Tað kann hava stórar avleiðingar, um Annika Olsen og Johan Dahl atkvøða við andstøðuni, tí so kann samgongan fella. Bæði Annika Olsen og Erhard Joensen eru varafólk á tingi fyri landsstýrisfólk.
Johan Dahl er valdur beinleiðis á ting sum nummar sjey á listanum hjá Sambandsflokkinum og eigur tí sín egna tingsess. Erhard Joesen er nummar 9 á listanum hjá Sambandsflokkinum og harvið annar varamaður. Annika Olsen er nummar 10 á listanum hjá Fólkaflokkinum og harvið eisini annað varafólk.