Dansur og skeinking
Ragnar Olsen sigur, at kvota er í Runavíkar kommunu til tvey skeinkiloyvi, harav annað er fingið í hesi býráðssetuni. John?s Resturant hevur annað loyvi, meðan hitt framvegis liggur hjá loyvisnevndini.
- Kommunan søkti um hetta loyvi, tí vit høvdu eina umsókn liggjandi um matstovuvirksemi saman við einum skeinkiloyvi. Við tað, at talan var um eitt skeinkiloyvi við atliti til eina matstovu, var meiriluti í býráðnum fyri at søkja um eitt loyvi aftrat. Kenneth Rasmussen, sum søkti kommununa um dansi-og skeinkiloyvi fyri umleið hálvum ári síðan, veit ivaleyst, at kvota er til eitt loyvi aftrat.
Stórur munur
Ragnar leggur dent á, at í hansara hugaheimi er stórur munur á at samtykkja eitt skeinkiloyvi, sum er knýtt at matstovuvirksemi og so at játta eitt skeinkiloyvi, sum er knýtt at einum dansiloyvi.
- Var talan í sínari tíð um at søkja um skeinkiloyvi til dansivirksemi, hevði eg ikki atkvøtt fyri, sigur hann.
Men hví er býráðslimurin so ímóti, at eitt skeinkiloyvi verður knýtt at dansivirksemi?
- Jú, eg meti, at her er ein stórur munur. Eg haldi tað generelt vera sera óheppið at knýta skeinking at dansi, har ungdómur samlast. Tað hevur víst seg í fleiri førum, at hetta sampakkar ikki væl. Vit hava eitt talandi dømi um hetta her í kommununi, tá ið Stokkastovan hevði dans og skeinking. Hetta bleiv til eitt bøli, sum løgreglan mátti steðga.
Ragnar leggur dent á, at hann er ímóti at knýta skeinking og dans saman.
- Tað eru tey, sum siga, at tað ber ikki til fíggjarliga at hava eitt dansistað og onnur tiltøk fyri ung uttan so, at loyvt er at skeinkja. Men hetta hongur als ikki saman, og eg haldi, at hesi argumentini eru ótrúliga langt úti. Tað kann væl ikki vera rætt, at brennivín og øl skulu fíggja okkara ungdómsvirksemi. Hetta stríðir ímóti míni sannføring.
Býráðslimurin heldur, at viðurskiftini eru heilt onnur, tá ið talan er um matstovuvirksemi og skeinking, tí tá gongur alt fyri seg á friðarligan hátt.
- Tað kann ikki samanberast at eta eina máltíð við onkrum leskandi aftur við - og so at knýta skeinking at dansi, har ungdómur samlast.
Ragnar ivast ikki í, at ein stórur partur av fólkinum tekur undir við hesum sjónarmiði.
- Um hesi eru ein meiriluti ella minniluti, dugi eg tó ikki at siga.
Tað eru tey, sigur Ragnar, ið vísa á, at vit sum kommunalpolitikarar eiga at taka hædd fyri øllum áhugamálum í eini kommunu.
- Hetta er sjálvandi rætt ? nakað langt, men vit eiga so altíð at arbeiða og taka avgerðir sambært okkara sannføring sum politikarar. Kanska eru vit vald ? júst tí, vit hava ein ávísa sannføring, sigur hann.
Bilkoyring
Tað eru eisini tey, sum hava ført fram, at sleppur ungdómurin ikki at hugna sær við dansi og drekking í Runavíkar kommunu, so fara tey bara av oynni, eitt nú til Havnar, og tað førir við sær, siga tey, at bilarnir verða rullandi barrir.
- Sjálvandi er tað ikki nakað, sum eg ynski, at ungdómar koyra langar vegir á náttartíð. Men eg dugi ikki rættiliga at síggja munin ? at fólk í bili leita higar, tí her eru dansur og skeinking í mun til, at okkara ungdómur leitar aðrar vegir. Vandin er jú hin sami ? antin tað er teirra ella okkara ungdómur, sum setir seg í bilin.
Ragnar trýr heldur ikki teirri grundgeving, at verður dansur við skeinking í Runavíkar kommunu, so verður harvið eisini minni koyring.
- Eg trúgvi ikki, at ungdómar generelt ringja heim til foreldrini, tá ið líður móti morgni og siga: "Eg eri fullur, kemur tú eftir mær!"
Býráðslimurin vísir eisini á, at sambært rúsdrekkalógini hava ungdómar undir 18 ár ikki loyvi at vitja dansistøð, har skeinking fer fram.
- Vit kunnu skjótt koma í ta støðu, at ungdómar savnast við tílík støð við tí fyri eyga at fáa onkran, sum hevur neyðuga aldurin, at keypa sær rúsdrekka út við, og tað er líka so ólógligt, sum tað er at skeinkja til ungdóm undir 18 ár, sigur Ragnar Olsen.