- Hatta var ein ordans túrur!
Soleiðis sigur norski ævintýrarin Erik Aanderaa, sum í kvøld er komin til Føroya. Hann hevur siglt einsamallur úr Hetlandi til Føroya . Hann legði frá landi tíðliga seinnapartin í gjár, og nakað áðrenn 16 í dag kom hann inn á Tvøroyri, har hann hevur lánt bátpláss.
- Nú er tað whiskeytíð!
Hann sigur, at aldurnar vóru høgar, tríggjar til seks metrar, og hevði undanvind allan vegin. Hann er serliga hugtikin av Hydrovane skipanina, sum ger bátin sjálvstýrandi, og hann nerti tí ikki róðrið allan vegin.
##med2##
Soleiðis skrivar hann á facebookvanga sínum.
Hann er kendur á sosialu miðlunum við næstan 40.000 fylgjarum á YouTube, har hann dokumenterar lívið á sjónum, sum til tíðir kann vera avbjóðandi í ringa veðrinum. Men Erik Aanderaa er harður og hevur mottoið "No Bullshit, just sailing!" - einki fjas, bara sigling. Báturin eitur Contessa 35.
Hann hevur havt alla sína kameraútgerð við á ferðini, so hendan Føroyaferðin verður eisini at síggja á YouTube í nærmastu framtíð.
##med3##
##med4##