Erik skal leiða kvøldskúlan í Klaksvík

36 ára gamli Erik Biskopstø er settur í starv sum leiðari fyri Klaksvíkar Kvøldskúla, eftir Eigil Hentze, sum eftir 37 ár í starvinum hevur lagt frá sær vegna aldur.

Eftir at Eigil Hentze fyrr í ár boðaði frá, at hann ynskti at leggja frá sær, varð starvið sum leiðari fyri Klaksvíkar Kvøldskúla lýst leyst at søkja, og fimm umsóknir komu til starvið.

Eftir tilmæli frá setanarbólki hevur Mentanarnevnd býráðsins samtykt at seta Erik Biskopstø í starvið, sum hann nú tekur við.

Leiðarin fyri Klaksvíkar Kvøldskúla hevur dagligu leiðsluna av frítíðarundirvísingini í Klaksvíkar Kommunu.

Erik Biskopstø, sum hevur hollan kunnleika til lokaløkið, er útbúgvin lærari og hevur arbeitt sum lærari í fleiri ár. Harumframt hevur hann eitt nú fleiri ára royndir innan skapan, fyriskipan og stýring av stórum tónleikatiltøkum.

Eigil Hentze tók við sum kvøldskúlaleiðari í 1974, og hevur Klaksvíkar Kvøldskúli undir hansara leiðslu ment eina sera fjølbroytta skrá av tilboðum.

Hesari menning av skúlanum hevur nýggi leiðarin sett sær fyri at halda fram við.

- Eg fari at seta meg væl inn í viðurskiftini og gera mítt ítarsta til, at reka og menna kvøldskúlan sum eitt spennandi og fjølbroytt tilboð borgarunum í Klaksvík at gagni, sigur nýggi kvøldskúlaleiðarin, Erik Biskopstø, í stuttari viðmerking.

- Eg vóni, at alt fer at ganga væl, og at undirvísarar, skeiðluttakarar og kommuna vera væl nøgd