Erik ten Hag ætlar at keypa úr Ajax og Barcelona

Premier League: Nýggi venjarin hjá Manchester United roynir at keypa gamlar kenningar

Altjóða miðlar skriva, at venjarin hjá Manchester United, Erik ten Hag, hevur í sinni at keypa tveir spælarar, sum hann hevur verið venjari hjá. Talan er um Frenkie de Jong og Antony.

 

Erik ten Hag, sum júst er settur sum venjari hjá Manchester United, kom frá Ajax. Har var ein av lyklaspælarunum Antony. 22 ára gamli bóltsnillingurin úr Brasil skoraði 12 mál í farna kappingarári, og verður mettur sum ein, ið kann geva Manchester United nakað á fremstu rekkju við sínum teknisku førleikum.

 

Tað er greitt, at Paul Pogba, Nemanja Matic og Jesse Lingard fara úr felagnum. Tí skulu nýggir miðvallarar inn. Ein teirra er Frenkie de Jong, sum Erik ten Hag eisini hevur havt undir hond í Ajax. Tað var áðrenn Frenkie de Jong bleiv seldur til FC Barcelona í 2019.

 

Katalanska stórfelagið er í fíggjarligum óføri og kann ikki skráseta spælarar, fyrr enn felagið hevur fingið nýggjan kaptital. Í løtuni verða partar av framtíðar inntøkunum frá sjonvarpsrættindum og sølu av troyggjum og øðrum seld, fyri at fíggja komandi kappingarár.

 

Ein annar møguleiki er at selja onkran av virðismiklastu spælarunum. Ein teirra er 25 ára gamli Frenkie de Jong, sum Manchester United skal hava bjóða nakrar hundrað milliónir krónur fyri. Avrikini hava verið misjøvn í FC Barcelona, men spælarin hevur boðað frá, at hann hevur tað gott í katalanska býnum. Spurningurin er bara um FC Barcelona hevur ráð at halda fast í honum, um rætta tilboðið kemur?