Erik Vaaben er ein kendur persónur innan bilvinnugreinina í Danmark og í Føroyum. Hann er føddur í 1936, er útbúgvin bilmekanikari og bilelektrikari, og býr í Viby á Sælandi.
Fyrstu ferð hann kom til Føroyar var í 1970, tá Hjalgrím Hentze, táverandi stjórin hjá P/F Wenzel Petersen, keypti útgerð til nýggja bilverkstaðin, teir tá lótu byggja við Oyggjarvegin. Erik Vaaben varð árið fyri, í 1969, settur í starv sum framleiðsluleiðari hjá fyritøkuni, E. Busch Møller, sum seldu alla ta nýggjastu útgerðina til bilverkstøð, so sum dekkmaskinur, balanseringsmaskinur, sporitól og motortestarar. Erik Vaaben setti øll hesi tólini upp á bilverkstaðinum hjá Wenzel Petersen.
Erik Vaaben sigur, at tað var ikki so lætt at koma kring oyggjarnar tá í tíðini. Ongi vegskeltir vóru, vegirnir vóru vánaligir og teir máttu læra seg at halda av fyri mótgangangandi ferðslu, við at koyra inn á víkiplássini. Bilurin, teir høvdu við sær, mátti hivast umborð á strandfaraskipini, tá teir skuldu til Sandoyar, Vágar, Suðuroyar, Eysturoynna ella til Klaksvíkar. Hann má viðganga at broytingin í infrastrukturinum hevur verið ómetaliga stór hesi 30 árini hann hevur ferðast her.
Fyrsti upprættarabonkurin í 1975
Hesa tíðina er eisini ein stór menning farin fram á bilverkstøðunum í Føroyum. Tá ein bilur, tá í tíðini, fekk ein so stóran skaða at ramman boygnaði og bilurin bleiv skeivur, mátti hann sendast til Danmarkar at umvæla, tí ongin upprættarabonkur var í landinum. Erik minnist at fyrsti Caroliner upprættarabonkurin bleiv settur upp á bilverkstaðinum hjá Bjarna Eliasen í Fuglafirði í 1975. Tað at upprættingarbeinkir nú blivu settir upp í Føroyum var einki minni enn ein kollvelting innan upprætting og lakkering av bilum, tí nú kundu allar umvælingarnar verða gjørdar her í landinum. Tryggingarsambandið hevði eisini stóran áhuga í hesi menning.
Í 1977 stovnar Erik saman við einum øðrum fyritøkuna, Vaaben & Clemensen ið m.a. seldi svensku Caroliner upprættaraútgerðina. Í 1980 keypir Erik sjálvur fyritøkuna, ið fekk navnið Erik Vaaben Teknik
Caroliner í Svøríki yvirtóku í 1986 donsku H.P.A. fyritøkuna, ið m.a. gjørdu bremsutestarar og sporitól til bilar. Tá kom Erik at starvast hjá teimum. Síðan 1994 hevur hann aftur havt sína egnu fyritøku, Erik Vaaben Teknik. Øll hesi árini hevur hann javnan verið í Føroyum, og hevur hann nógv vinfólk her. Hann sigur at hann hevur lært føroyingar í bilvinnugreinini nakað innan sítt arbeiðsøki, men hann sanniliga eisini lært nógv av teimum.