Tey seinastu árini hevur Erla búð á Skála, men hon er havnarfólk og uppvaksin á Dalavegnum. Foreldrini vóru Tinna og Sigurd Berghamar. Mamman var av Toftum, og pápin var føddur í Havn og uppvaksin í Klaksvík. Erla er yngst av fýra systkjum - Gunnvør, Øssur, Rúna og Erla. Gunnvør og Rúna búgva í høvuðsstaðnum, Øssur býr í Keypmannahavn, og Erla býr á Skála.
Sigurd Berghamar var tiltikin málmaður, og hann fekkst nógv við at rættlesa og leggja til rættis skrivlig arbeiði. Erla hevur tikið henda táttin upp eftir pápan, og hon hevur mest sum alla sína tíð arbeitt við bløðum og bókum.
Erla er útbúgvin grafikari. Hon arbeiddi í mong ár á Dagblaðnum. Har skrivaði hon eisini rættuliga fitt, og eitt skifti var hon blaðstjóri á Dagblaðnum. Seinni arbeiddi hon á Hestprent, og nú hevur hon tey seinastu árini verið á Dimmalætting. Síðani hon flutti inn á Skála at búgva, hevur hennara partur av Dimmu arbeiðnum verið gjørdur har inni frá.
Pápin og beiggin hava fingist nógv við at yrkja og seta saman, og Erla hevur eisini hesar gávurnar. Tað liggur væl fyri hjá henni at yrkja, og fleiri av sangunum, sum hon hevur yrkt til serlig høvi, eru framúr væl úr hondum greiddir.
Erla hevur átt sítt andaliga heim í Ebenezer, har hon hevur dugnað og stuðlað á ymsum økjum. Hon hevur eisini verið politiskt virkin. Havnar Framburðsfelag, sum er valfelagið hjá Fólkaflokkinum í Suðurstreymi, stillaði hana upp til bæði býráðsval og løgtingsval. Erla fekk so mikið stóra undirtøku, at hon í skiftum hevur verið eykalimur bæði í býráðnum og løgtinginum, og hon royndi seg onkur skifti bæði sum býráðspolitikara og løgtingsmann. Atkvøðutølini bendu á, at hon kundi vinna sær sessir í báðum hesum forumum, men so gjørdi Erla av ikki at bjóða seg framaftur á politiska pallinum.
Samfelagsligi áhugin kemur framvegis til sjóndar, tá ið Erla luttekur í orðaskiftum. Hon hevur skrivað um so mangt, og seinastu tíðina hevur tað eitt nú snúð seg um kynspolitiskar og etiskar spurningar. Greinarnar eru eyðkendar av greiðum sjónarmiðum, tær eru væl skrivaðar, og Erla hevur konservativan hugburð. Á tí, sum hon hevur skrivað, skilst eitt nú, at henni dámar lítið, at serlig átøk skulu gerast fyri at fáa kvinnur framat í politiska lívinum. Tað kunnu tær kappast um á jøvnum føti við hitt kynið, hevur verið hennara sjónarmið.
Erla er gift Áka Sørensen á Skála. Tey eiga ein son, sum eitur Fríði.
Føðingardagurin verður hildin í Nerija á Skála, har tað er opið hús við morgunmati frá klokkan 10 15 leygardagin 24. september.