Aftur í dag eydnaðist tað kvinnunum umborð á Erlu Kongsdóttir úr Fuglafirði at vinna.
Frúgvin úr Miðvági royndi at bjóða av, og inntil tað restaðu einir 200 metrar, var munurin lítil og eingin.
So vísti tað seg, at tær úr Fuglafirði høvdu meiri orku. Erla Kongsdóttir legði seg framum, og á málinum var munurin ein lítil hálv bátslongd.
Hvassi, sum endaði á triðja plássið, var fleiri bátslongdir aftanfyri Frúnna og fleiri bátslongdir frammanfyri Rituna.
5 mannafør kvinnur
1 Erla Kongsdóttir 05:29.16
2 Frúgvin 05:30.08
3 Hvassi 05:40.17
4 Ritan 05:51.23
5 Blikur 05:59.02
Støðan í FM
1 Erla Kongsdóttir 14
2 Frúgvin 12
3 Hvassi 10
4 Ritan 8
5 Blikur 6