Erligheit hevur kostað

?Hon kann næstan ikki tosa við eitt mannfólk av ótta fyri at enda í bløðunum, hon hevur mangan staðið á palli og skemta og er síðani farin út í bussin at gráta, og áðrenn ferðina til Føroya hetta vikuskiftið hevur hon tikið eina sterka sproytu fyri pínum. Vit tosa við Kikki Danielsson um tónleik, lív og sjúku?

Kenda svenska songkvinnan Kikki Danielsson er í Føroyum í hesum døgum. Saman við bólkinum Roosarna fer hon at spæla til dans við sínum góðu gomlu løgum.

Tann Kikki, sum nógv síggja fyri sær er ein glað, ljóshærd kvinna við einari fantastiskari rødd. Tann Kikki, sum nógv ikki kenna, er sjúkurakta Kikki, ið áðrenn Føroya ferðina varð noydd at taka sterkar sproytur fyri giktsjúkuna, ið hon hevur haft síðani 1986.

- Tá eg fari á styttri uttanlandsferðir taki eg eina sterka sproytu, áðrenn eg farið. Annars er vandi fyri, at eg verði steðgað í tollinum, eftirsum heilivágin hjá mær er so sterkur, sigur hon.

Hóast hon hevur haft sjúkuna, síðani hon var 34 ár, hevur Kikki sungið øll árini og givið nógvar fløgur út.

- Eg havi ætlanir um at skriva ein sang um mína sjúku, og alt hon hevur ført við sær. Eg hevði gjarna viljað, at fólk skiltu mína støðu betri, greiður Kikki Danielsson frá. ?- Eg havi mangan staðið og skemtað á pallinum, og síðan farin út í bussin og grátið, sigur hon.


Tíggju ferð í Grand Prix

Kikki hevur luttikið í svenska Grand Prixinum heilar níggju ferðir og eina ferð í norsku kappingini. ?Tvær ferðir hevur hon vunnið og er komin til Eurovison Song Contest. ?Seinast hon var við í svenska Grand Prixinum var 2006 við sanginum "I dag & i morgon". Í finaluni kom hon síðst. Um tað er plássið ella um tær níggju ferðirnar eru nokk er óvist, men Kikki er avgjørd um, at Grand Prix má klára seg uttan hana framyvir.


Tekur tað róligari

Nú arbeiður Kikki ikki líka nógv sum áður og tímur heldur ikki at hava líka nógvan skund. Í Føroyum verður hon í fýra dagar, og ætlar sær at síggja eitt sindur av landinum.

- Fólk halda, at eg havi sæð so nógv, eftirsum eg havi ferðast og sungið nógvastaðni. Men oftast fer man inn á hotellið, fyrireikar seg, syngur, og fer heimaftur. So eg havi slettis ikki sæð nakað serliga nógv, sigur hon.

Hetta er triðju ferð, hon er í Føroyum. Fyrru ferðirnar minnist hon sum sera positivar.

- Fólk vóru so vinarlig, eg fekk eina tasku og eina troyggju. Troyggjan var tíanverri eitt sindur ov lítil. Men vónandi verður hon meiri passalig framyvir, sigur Kikki.

Vektin hjá Kikki er nakað, sum svensku bløðini hava skrivað nógv um. Sum hjá so nógvum øðrum, so hevur vektin verið rættuliga upp og niður.


Troytt av blaðfólki

Kikki fortelur, at fartelefonin, hon tosar við, oftast er sløkt, eftirsum hon er troytt av bløðum, sum ringja.

- Eg havi mangan verið alt ov fitt við blaðfólk. Eg eri uppdrigin at vera vinarlig, og hetta hevur verið misnýtt, sigur hon.

Kikki arbeiður saman við fyrrverandi manninum Kjell Roos, ið er við í bólkinum Roosarna. Tey vóru gift 1984 og fingu tvey børn saman. 1999 fóru tey frá hvørjum øðrum, men samstarvið helt á fram.

- Tað eru so nógv ár síðani, at vit vóru saman, so tað eru eingir stórvegis trupulleikar at starvast saman, sigur Kikki. ?- Hevur man børn saman má, man jú samstarva alt lívið út.

Nógv verður skrivað um, at Kikki hevur funnið sær nýggjan mann, og Kikki fortelur, at um hon stendur ov nær onkrum í handlinum, eru yvirskriftirnar har beinavegin "Kikki og hennara nýggi maður".


Vanlig kona

Orsøkin til at Kikki Danielsson er so nógv í miðlunum og er so vælumtókt millum fólk, er nokk tí, at hon er sum fólk eru flest. Hon hevur trupulleikar, sum nógv onnur hava, við rúsdrekka, gikt, hjúnaðarskilnaði, og so sær hon heldur ikki út sum ein fotomodell.

Munurin millum hana og okkum vanligu er bara at hennara trupulleikar ofta enda við stórum yvirskriftum í bløðunum.

- Tað hevur kostað mær dýrt at verið so erlig, sigur Kikki.

Men hóast at trupulleikarnir ofta hava verið yvirstórir, so er higartil altíð eydnast hjá henni at koma á føtur aftur.

At koma til Føroyar gleðir hon seg sera nógv til og vónar sjálvandi at tað vera nógv sum koma at lurta eftir henni og Roosarna.


Hvørjir sangir eru tað fólk syngja best við í?

- Tað er nokk "Bra Vibrationer" og "Cowboy Joddle".


Heldur tú at føroyingarnir fara at syngja við?

- Jú, tað vænti eg so avgjørt. Vit fara nokk at royna at fáa øll at syngja við. Elis hevur longu spurt meg, um eg fari at syngja "Jag trodde ænglarna fanns", so hann má eg syngja.


Fakta Kikki Danielsson

Navn: Ann-Kristin Danielsson

Aldur: 57

Familja: Børnini Emma og Viktor

Bústaður: Bollnæs í Svøríki

Fløgur: Givið 23 egnar fløgur út. Selt 3,5 miljónir fløgur.

Bólkar: Byrjaði karrieruna í bólkinum Wizex. Luttók í Eurovison Song Contest við bólkinum Chips, og í svenska Grand Prixinum við Kikki, Bettan & Lotta. Seinastu árini hevur hon samstarvast við Roosarna.