Erligur og fangandi Teitur

Teitur stórtreivst í Voxhall í Århus herfyri. Við fangandi melodiskum løgum og einari gjøgnumførdari framførslu prógvaði Teitur enn einaferð, at tað ikki var til­vild, at hann fekk sáttmála við altjóða plátufelagið Universal Records

Høgni Reistrup

Nú er tað við at vera long tíð síðani, at fyrsta fløgan hjá Teiti Poetry and aero­planes kom út. Men tey, sum høvdu leita sær oman í Voxhall í Århus, fingu góð tíðindi. Teitur arbeiðir við nýggjari útgávu, og er longu farin undir at taka upp. Sangskrivarin legði út við løgum, sum ikki hava verið at hoyrt áður, og sjálvt um tað eingin ivi er um, at Teitur gjarna vil varðveita stílin frá Poetry and aeroplanes, var hetta nakað annað enn undanfarna fløgan. Konsertin var í tveim­um, fyrra helvt var fyri tað mesta nýtt tilfar, og seinna gamalt. Áðrenn Teitur kom á pallin, hitaði Tobias Fröberg, ið er ein svenskur singer/songwriter, upp. Framførslan haltaði nógv, og tað var týðuligt at teir áleið 250 áskoðarinir ikki vóru komnir fyri at lurta eftir honum. Hesa løtuna var nógv tos. Tá Tobias Frö­berg fekk Teit at spæla nakrar sangir saman við sær, fekk salurin ein annan ró yvir sær. Tað hoyrdist at svenski sangskrivarin hevur fingið nógvan íblástur frá Teiti, men støðið kundi ikki samanberast, og tó at Teitur sang aðrurødd, so var tað henni, lurtað varð eftir.
Teitur og HC Andersen
Eftir ein lítlan steðg, trein Teitur einsamallur inn á pallin. Hann legði út við trim­um nýggjum løgum. Lagið um Louis Armstrong riggaði ótrúliga væl, og sigast kann, at tað er vorðið nógv betri, síðani undirritaði hoyrdi tað fyrstu ferð. Í hesum lag­num fór Teitur niður í tempo fleiri ferð, har hann samstundis vaggaði aftur og fram í takt, ella sum hann sang í fyrsta lagnum: I fade into the music. Tað er nevniliga tað hann ger, hann livir seg so nógv inn í sangirnar, at áskoðarin ikki kann annað, enn at gera tað sama. Karmarnir um konsertina vóru væl egn­aðir til Teit Lassen. Vox­hall minnir á nógvan hátt um Mentanarhúsið í Fuglafirði, bæði í stødd og sniði, passaliga lítið til, at tann intimiteturin sum er altavgerandi tá Teitur spælir, var til staðar. Melodiurin í sanginum um Louis Arm­strong er einfaldur, og tekst­urin eitt sindur naivur. Tað er soleiðis vit kenna Teit, og við konsertini fríggjakvøldið vísti hann, at hann enn dugir at smíða løg, ið ikki standa aftanfyri tey bestu á Poetry and aeroplanes. Lagið Baby you dont ever have to see me again var saman við áðurnevnda lagi, tey bestu, ið ikki longu eru við á Poetry and aeroplanes. Hetta er helst eisini orsøkin til, at hann valdi at seta hesi løgini í fyrru helvt av skránni, sum í stóran mun varð samansett av nýggjum tilfari. Teitur spældi einans tvey kend løg í fyrru helvt av konsertini. Harafturat spældi hann lagið Syner, sum føroyingar ikki hava hoyrt nakað serligt til, men sum áhoyrararnir týðuliga kendust við. Lagið, ið er tað fyrsta, sum Teitur hevur sungið á donskum, er við á fløgu, ið hátíðarheldur tvey­hundrað ára dag HC Andersens. Fløgan ber heitið Andersens drømme, Peter Laugesen hevur smíða lagið, og Nikolaj Nørlund hevur yrkt. Teitur framførdi sangin væl við einari sjarmerandi føroyskari dialekt. Fyrra helvt endaði við tveimum heldur óvanligum sangum, ið viku frá restini. Ella sum Teitur segði, áðrenn hann setti seg við klaverið, nú fara vit til Rock nroll, yeah. Lagið hann sipar til er Use it against me. Tað var feitt, tó at tað var ein heilt annar stílur, enn vit vanliga hoyra. Teitur spældi sangin við einum smíli, ser­liga eftir at hann fekk allan salin at klappa við til eina góða gamla rock nroll rútmu. Eftir at hava spælt fleiri hundrað konsertir, má tað eisini vera gott við eitt sindur av variatión. Teitur er ein føddur singer/songwriter, hann hevur alt sum skal til. Eina ótrúliga góða rødd, gott gittar- og klaverspæl og ikki minst forteljaraevnini sum binda eina konsert saman. Tað er krevjandi, í stóran mun, at skula framføra einsamallur, og fyri at fasthalda fjøldina, er tað umráðandi at duga at undirhalda millum løgini, og til tíðir eisini í løgunum. Hettar megnaði Teitur væl. Við einum humoristiskum tóna og løgnum anekdotum, hevði hann áhoyrararnar í sínum lógva. Mitt í einum lagi knekkaði røddin yvir, men hann var skjótur til at syngja and Ive got too many cigarettes so tað pass­­aði inn í restina av tekst­­inum. Har Teitur í fyrru helvt tosaði nógv ímillum sangirnar, so segði hann ikki nógv í seinnu helvt, men tað var heldur ikki neyðugt, tí nú hevði hann eina strúkitrio við sær, og tøgnin bleiv fylt við lógvabrestum.
Pláss til gamalt tilfar
Teitur og strúkararnir fram­førdu øll tey gomlu løgini frá Poetry and aeroplanes. Arrangemangini av strúk­arunum vóru øll góð, og løgini riggaðu ótrúliga væl saman við trioini. Hon gav sangunum eina heilt serliga intima ljóðmynd, sum ikki er á fløguni. Violinin, bratsjin og celloin vigaðu væl upp ímóti rútmuorkestrinum, sum hann ofta hevur við sær á konsertum. Nógv støð spældu strúkarinir mar­kerandi rútmur, sum virkaðu fyri trummurnar, og celloin fylti bassin væl út. Tað er trupult at taka nøkur løg framúr, tí tey vóru øll góð. Vakra lagið Josephine var einastandandi. Til hetta lagið fekk Teitur hjálp frá Tobias Fröberg, ið spældi urgu og el-klokkuspæl. Teitur arbeiddi nógv við dynamikkinum, og tað riggaði væl, serliga í kontraststykkinum - eitt sveimandi og stórlátið klimaks. Sangurin Poetry and aeroplanes gekk í seinni tempo enn vanligt, strúk­­ararnir góvu sanginum nakað heilt serligt, men tían­verri hoyrdust teir ikki so væl í byrjanini av sanginum. Intimiteturin helt fram tá Teitur saman við strúkarunum framførdu lagið Great balls of fire hjá Lewis Jerry Lee. Ein melankolsk útgáva har Teit­ur uttan ljóðføri livdi seg inn í dissonerandi tónar frá strúkarunum og surrealistika tekstin. Pláss varð eisini fyri nýggjum løgum, eitt nú All my mistakes. Teitur setti seg við klaverið og spældi Erik Satie líknandi harmonik, sang­­urin var skegur, men ikki nakað serliga gott lag. Áðrenn sangin Filt by association greiddi Teitur frá um eina syrgiliga søgu úr Leirvík, har tveir dreingir høvdu spælt við eina byrsu, og skotið ein mann av óvart. Hetta hevði Teitur gjørt ein sang um fyri langari tíð síð­ani, og var nú byrjaður at spæla hann aftur. Sjálvt um tað er ein harmilig søga, so manglaði teksturin nakað. Teitur hevur ment seg nógv sum yrkjara, so sangurin kundi gott trongt til eina end­urskoðan, tí lagið var gott.
Tónleikurin talar
Eftir at hava spælt heili 18 løg, takkaði Teitur fyri seg, men áskoðararnir vildu hava meir. Teitur kom inn aftur á pallin, men spældi ikki tað, man hevði væntað. Fyrsta eyka­lagið var á klaver og sungið á føroyskum - gott lag við góðum teksti. Seinasta lagið hann spældi var One and only frá fyrstu fløguni. Hann spældi sangin á klaver, heldur enn gittar, sum hann vanliga plagar. Sera inniligt og vakurt sungið, havi hoyrt at sangurin hevur verið nýtt­ur til fleiri brúdleyp. At Teit­ur er komin langt við sínum tónleiki, er eingin loyna, og at hann kann koma longri, er bert ein spurningur um tíð. Teitur hevur ikki nakra stóra marknaðarføring aft­an fyri seg, og tí tekur tað langa tíð at byggja eina stóra áhoyrarafjøld upp. Hann hevur spælt eitt ótal av konsertum seinastu árini, og á henda hátt latið tónleikin talað fyri seg.