Erling aftur á blettium

Premier League: Bæði Manchester City og Liverpool settu stig til í gjár, meðan Chelsea fekk kærkomnan sigur

Mynd: (Scanpix) Erling B. Haaland skorar til 1-0 móti Aston Villa við hansara tíggjunda máli í seks dystum

Fyrstu dystirnir í 6. umfari í Premier League vóru í gjár. Dagurin byrjaði við grannauppgerð í Liverpool, har Everton og Liverpool deildu stigini í málleysum javnleiki. Dysturin var ikki heilt uttan dramatikk og bæði liðini raktu stengurnar, og kunnu málverjunum fyri, at tey fingu eitt stig.

 

Manchester City er stórfavorittur at vinna meistaraheitið aftur, men fyri aðru ferð í hesum kappingarárinum settu teir stig til. Sjálvt um Erling B. Haaland við einum ordans lopi legði Manchester City á odda, so javnaði Leon Baily eitt korter fyri tíð. Erling B. Haaland hevur nú skotið tíggju mál í seks dystum.

 

Chelsea hevur veruliga brúkt nógvar pengar í summar, men úrslitini og spælið hevur ikki stað mát við tað. Tí var eitt ávíst trýst á tað løtuna, tá West Ham var á odda 1-0 í seinna hálvleiki á Stamford Bridge. Heimaliðið megnaði tó at venda tí við málum frá Ben Chilwell og Kai Havertz. Gestirnir fingu eitt mál kolldømt móti endanum og vóru í øðini um tað.

 

Tottenham hevur fingið ein skilagóða byrjan upp á kappingarárið. Tað stendur við eftir 2-1 sigur á Fulham á heimavølli. Harry Kane var millum málskjúttarnar hjá Tottenham, meðan Aleksandar Mitrovic skoraði sítt fimta mál í bara seks dystum fyri Fulham.

 

Ivan Toney skoraði hattrik, tá Brentford vann 5-2 á Leeds United, sum fekk venjaran útvístan. Newcastle og Crystal Palace  spældu málleysan javnleik. Nottingham Forest, sum hevur keypt 21 spælarar í summar, tapti 3-2 á heimavølli móti venjaraleysa AFC Bournemouth, eftir at hava verið á odda 2-0.

 

Tveir dystir eru í dag. Brighton tekur á heimavølli móti botnliðnum Leicester, og Manchester United fær vitjan av Arsenal klokkan 16.30.

 

1Arsenal550013:415
2Manchester City642020:614
3Tottenham642012:514
4Brighton53116:310
5Chelsea63128:910
6Liverpool623115:69
7Brentford623115:99
8Manchester United53025:79
9Leeds622210:108
10Fulham62229:98
11Newcastle61417:67
12Southampton62137:107
13Bournemouth62135:187
14Wolves61323:46
15Crystal Palace61327:96
16Everton60424:64
17Aston Villa61145:104
18West Ham61143:84
19Nottingham Forest61144:144
20Leicester50146:111

Mynd: (Scanpix) Erling B. Haaland skorar til 1-0 móti Aston Villa við hansara tíggjunda máli í seks dystum