Erling Eidesgaard er ikki longur tingmaður fyri Tjóðveldi. Tað er greitt, eftir at Dennis Holm í dag farin frá sum landsstýrismaður.
Erling Eidesgaard er ein av trimum varafólkum hjá Tjóðveldi, sum eru varafólk fyri tey trý landsstýrisfólkini hjá Tjóðveldi, sum øll vórðu vald á ting á seinasta løgtingsvali 8. desember í 2022.
Tey trý eru Eirikur í Jákupsstovu, sum er fyrsta varafólk við 295 atkøvður, Liljan Weihe, summ er annað varafólk við 289 atkvøðum og Erling Eidesgaard, sum er triðja varafólk við 216 atkvøðum.
Tá eitt landsstýrisfólk, sum er valt á ting, fer úr starvi sum landsstýrisfólk, tekur viðkomandi við aftur løgtingsstarvinum í somu løtu, sum viðkomandi fer frá sum landsstýrisfólk.
Tað kann vera, at tað aftur verður pláss fyri Erlingi Eidesgaard sum varamanni. Men fyri at tað skal vera, so er tað tí, at Hervør Pálsdóttir, Annika Olsen, Eirikur í Jákupsstovu ella Liljan Weihe verða nýtt landsstýrisfólk.
Men tað kann eins væl vera, at Tjóðveldi velur ein annan persón í landsstýrið, sum ikki telist millum tingfólkini hjá flokkinum. Vil flokkurin styrkja seg í Norðoyggjum ella í Eysturoy, so hevur hann møguleikan nú. Eirikur í Jákupsstovu hevur veirð nevndur. Men fer hann í landsstýrið, so kemur Erling Eidesgaard aftur á ting – ein havnarmaður, og so missir Tjóðveldi í Norðoyggjum tingmannin, sum er av Eiði í Eysturoy og býr og virkar í Klaksvík.
Tað er eingin treyt, at landsstýrisfólk skulu vera tingfólk ella yvirhøvur hava stillað upp til løtingsval.
Hesi stillaðu upp fyri Tjóðveldi til løgtingsvalið 8. desember í 2022:
##med2##