Erling í Liða vann FM fyri seniorar

Í gjár varð FM kappingin fyri seniorar endaliga avgreidd, tá Erling í Liða vann seinasta dystin móti Krisjani Christiansen 3-6 3-6.

Tíðindaskriv

 

Erling vann sostatt allar dystirnar í kappingini, har allir spældu móti øllum, og átti harvið eisini munin á Martini Heinesen, ið endaði á øðrum plássi. 

Dysturin teirra millum varð spældur dagin eftir ólavsøku og endaði við úrslitinum 6-3 2-6 3-10 til Erling.

 

Talan var um eina frálíka og rættiliga javna kapping við fleiri góðum dystum, og sigast má, at orkustøðið hjá seniorunum er rættiliga høgt.

 

– Hjartaliga til lukku til Erling í Liða í FM-heitinum og sjálvandi eisini til lukku til Martin Heinesen við silvurinum.