Erling og Liljan kroystu Ingilín frá

Tað er greitt, at tað vóru tvey bæði tingfólkini hjá Tjóðveldinum, sum vóru orsøkin til, at Ingilín Didriksen Strøm varð noydd at leggja frá sær

Sum einasti flokkur hervur Tjóðveldi sent út tíðindaskriv, har floksleiðsla og aðalstjórn boða frá, at flokkurin tekur undir við avgerðini hjá Landsstýrismálanevnidni um at seta ein kanningarstjóra at kanna embætisførsluna hjá Ingilín Didriksen Strøm.

Men Tjóðveldi stóð ikki saman, men var beinleiðis orsøkin til, at landsstýriskvinnan mátti leggja frá sær.

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, segði á tingsins røðarapalli, at hann kendi seg »tiknan á fótum« av hesum báðum tingfólkunum hjá Tjóðveldi.

Spurningurin er, hví Tjóðveldi sum einasti flokkur hevur sent út stuðulsváttan til landsstýrikskvinnuna, tá hann júst var flokkurin sum feldi hana. Tað fara vit uttan iva at frætta meira um seinni.