Erling Olsen 80 ár

Tann 18. apríl verður kendi danski politikkarin Erling Olsen 80 ár. Hann er ein av fremstu føroyavinunum, sum hava verið í donskum politikki og eigur tí at fáa eina heilsan hiðani.
Erling er kendur at vera sera snúð­in, og skal henda heilsan byrja við einum dømi um hetta. Tá Kristna­stova, sum er savningarstað hjá før­oyingum í Keyp­mannahavn, hevði keypt eini nýggj hús á Birmavej seinast í 1970-unum, fingu teir trupulleikar at fáa neyðug loyvi frá Keypmannahavnar Kommunu. Kristnastova vendi sær til Johan Nielsen, fólkatingslim, at fáa hjálp. Johan vendi sær aftur til Erling Olsen, sum var íbúðaráðharri, um hann ikki kundi fáa greiðu á hesum. Hetta greiddi Erling á tann hátt, at hann bjóðaði Villo Sigurdsson, sum hevði politiskiu ábyrgdina av mál­in­um í kommununi, til morgunmat í Snaps­tinginum, matstovuni hjá Fólkating­inum, og so var leyst og liðugt. Tá lá eitt serligt snildi aftanfyri hesum og var tað hetta:
Í 1966 fekk danski javnðar­flokk­ur­in meiriluta í fólkatinginum sam­an við SF. Tá varð skipað tað so­kall­aða Røde Kabinett, sum var eitt slag av skuggastjórn. Tað var tó skjótt, at ósemja kom í SF um hetta samstarv, og flokkurin klovnaði. Burtur úr hesum kom VS, Venstresosialisterner. Hetta førdi til, at Jens Otto Krag misti valdið, og teir borgarligu komu til í 1968. Síðan tá skíggjaði Javnaðarflokkurin VS sum pestin og vildi ikki nerta flokkin við einum klova. Villo Sigurdsson var VS-ari. Fyri hann var tað eini stórsigur bert at vera sæddur saman við einum leiðandi socialdemokrati á einum al­mennum staði, har fólkatingslimir og nógv onnur komu framvið. Tað var eisini hetta sum lá aftanfyri hjá Erlingi. Úrslitið varð eisini, at Kristnastovu fekk umbidna loyvi. Hesum varð Erling eisini takkaður alment fyri, tá hann var á vitjan í Kristnastovu í 2001.
Henda vælvildin móti føroy­ing­um kom m.a. eisini til sjóndar, tá Erling royndi at mýkja harðligu donsku støðuna mótvegis føroy­ing­um undir kreppuni í 1990-un­um. Í føroyskum málum hevur hann eisini samstarvað við ein annan føroyavin í fólkatinginum, nevni­liga Hans Jørgen Jensen, sum doyði fyri kortum, og sum minningarorð vóru um bæði í Sosialinum og FF-blaðnum.
Tað var í samband við eina før­oya­vitjan í 1995, at vit hittust fyrstu ferð. Síðan hittust vit í 1999 í floghavnini í Sunnara Streym­fjørð­inun í Grønlandi, og síðan hava vit havt samband okkara millum. Hann hevur mangan verið góður í ráðum, og hann var eisini ein av teimum, sum var hugtikin av FF-blaðnum, sum hann eisini dugnaði, tá høvi var til tess.
Hóast hansara sera danska navn er Erling jødi. Pápi hansara var pro­fessarin Albert Olsen, sum onkun­tíð var ráðharraevni hjá Staun­ing. Mamman var Agnete f. Bing, og hon var jødi. Hon var sera virkin politiskt og var limur í javnaðarflokkinum. Hon var tó so víðgongd, at hon varð koyrd burtur úr flokkinum! Hinvegin er Erling sjálvur sera hógligur í politikki. Sum jødi mátti Erling saman við fam­iljuni rýma úr Danmark, tá nas­istarnir byrjaðu at jagstra donsku jødarnar í 1943.
Hann kom kortini heim aftur og hevur havt eitt sera virkið lív, part­vís sum fíggjarserfrøðingur við doktara­heiti og sum polit­ikk­ari. Hann hevur verið limur í fólka­tinginum frá 1964-1998 við nøkrum støðgum. Hann var íbúðarráðharri hjá Anker Jørgensen í fleiri av hansara stjórnum. Fyrst í 90-unum gjørdist hann løgmálaráðharri. Tá segði hann við sínar embætismenn: ”Nu kan I tage jer af juraen, så skal jeg tage mig af retfærdigheden”. Tað er eisini rættvísi, sum er ímynd­in av hansara politiska virksemi.
Hansara seinasta skeið á tingi var hann væl umtóktur formaður í fólkatinginum, og hann skip­aði fyri fleiri nýskipanum í fólka­tings­arbeiðinum, sum m.a. eru komnar Norðuratlantsbólkinum til góðar! Hann var so væl umtóktur, at teir vinstrahallu, VS, sum ynsktu avtaka kongadømið , vildu hava Erling Olsen at loysa drotningina av. Hann bar seg tó undan heiðrinum.
Tað kann verða nevnt, at Erling eigur tveir kendar beiggjar. Annar er Olaf, sum hevur verið ríkisarkivar, og hin er Sverre, sum var nevndar­limur í Sjóvinnubankanum aftaná umskip­anina. Tað sigst at vera sera skemtiligt, tá teir eru saman!
Ofta verða konur hjá slík­um monnum ikki nevndar, men tað skal verða gjørt í hesum førinum. Erling er giftur við Annette Unmack Larsen. Hennara eftirnavn ber eitt sindur av søgu í sær. Pápabeiggi hennara Svend Unmack Larsen var nevniliga løgmálaráðharri frá 1939-40 undan og eftir týsku herset­ingina 9.apríl 1940. Í eini tíð, har flestu politikkarar gjørdu sær ómak at ganga varð­liga um hurðarnar mót­vegis týskarum, var hann ikki ræddur fyri at seta teir uppá pláss. Hetta varð ikki dámt av nasistunum, og fekk hann ta æru at falla í ónáði hjá teimum. Seinni gjørdist hann væl umtóktur borg­meistari í Århus.
Annette er magistari í fronsk­um og listsøgu. Hon er eisini ein sera dámlig kvinna, og tað hevur verið sera hugna­ligt at vera saman við teim­um báðum. Tey eiga tvey børn, Tore er føddur í 1971 og Ida í 1972. Sonurin býr í USA og dótt­ir­in í Danmark. Hon eigur tvey smá børn.
Erling fór úr politikki við valinum í 1998. Men hann hevur kortini eftir tað ver­ið virkin á ymiskum økjum, sum tá boð vóru send eftir honum at vera leiðari í IDEA, sum er ein millum­tjóða stovnur, ið er ráðgevandi fyri fólkaræði.
Erling er eisini nógv vird­ur í Før­oyum. Fyri nøkrum árum síðani hevði eitt av bløðunum eitt spurn­að­ar­umfar við kendum persónum. Ein av spurn­inginum var, hvønn persón við­komandi metti hægst. Tá svaraði Jóannes Eidesgaard, at hjá honunm var tað Erling Olsen. Sum skilst er hetta ikki uttan grund.
Tí hevur Erling eisini uppiborið at fáa eina heilsan úr Føroyum, nú hann verður 80, hóast hetta ikki sæst á hon­um.
Kære Erling. Du ønskes hjertelig tillykke med fødselsdagen. Der sendes også en hilsen til Annette!

ó.