Fyrrverandi fólkatingsfomaðurin og løgmálaráðharrin Erling Olsen er deyður. Erling Olsen bleiv íbúðarmálaráðharri í 1978 og sat í stjórnini hjá Anker Jørgensen til 1982. Í 1993 varð hann tilnevndur løgmálaráðharri í stjórnini hjá Poul Nyrup Rasmussen, og eftir fólkatingsvalið árið eftir bleiv hann formaður í Fólkatinginum. Á fólkatingsvalinum í 1998 stillaði Erling Olsen ikki uppaftur.
Erling Olsen var ikki bara politikari. Í fleiri ár var hann professari á lærda háskúlanum í Keypmannahavn og á RUC, og í 1970 varð hann tilnevndur fyrsti rektari á RUC.
Erling Olsen var 84 ára gamal, nú hann doyði.