Eru farin at fyrireika nýggjan studentaskúla í Suðuroy

Bygginevndin er mannað og hevur havt fyrsta fundin. Tað skal verða klárt at byggja í ár

 

Útbúgving


Arbeiðið at fyrireika byggingina av nýggjum studentaskúla í Suðuroynnni, eru nú byrjaðar.

Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í skúlamálum, sigur, at bygginevndin varð mannað herfyri og hósdagin hevði hon sín fyrsta fund.

Í bygginevndini sita Ole Jensen, Landsarkitektur, Ole Laursen leiðari á Miðnámsskúlanum í Suðuroy, Mads A. Winther, studentaskúlastjóri og Eyðgunn Samuelsen, sum er leiðari á miðnámsdeildini í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum. Ole Jensen er nevndarformaður og Claus Reistrup frá Undirvísingar- og mentamálastýrinum, er skrivari.

Tórbjørn Jacobsen sigur, at endamálið hjá nevndini er at gera alla fyrireikingina til skúlan lidna í hesum árinum, so at farast kann undir sjálva byggingina eftir nýggjár.

Í ár eru 800.000 krónur settar av til at fyrireika arbeiðið fyri og at byggja fyri. Annars eru tilsamans 21 milliónir, uttan mvg, settar av á teirri trý ára fíggjarætlanini, sum landsstýrið hevur gjørt.

Hann sigur, at eftir arbeiðssetninginum hjá fyrireikingarnevndini, skal hon m.a. taka støðu til, um talan skal verða um eina hugskotskapping um, hvussu skúlin skal síggja út, ella um talan skal vera um eina projektkapping. Hon skal eisini taka støðu til, kappingarháttin, um talan skal vera um almenna kapping ella um innbodna kapping. Annars skal hon leggja alla byggingina til rættis og eitt nú skal hon leggja upp fyri teimum krøvum, sum øðrvísi frálæruhættir, eitt nú KT og verkætlanararbeiði, fara at seta í framtíðini.

Landsstýrismaðurin sigur, at somuleiðis skal nevndin vísa á eitt stykki at byggja skúlan á. Men hetta stykkið skal liggja soleiðis fyri, at virksemið hjá skúlanum skal kunna samskipast við tað virksemið, sum er á staðnum frammanundan. Hugsað verður m.a. um, at skúlin skal kunna brúka fimleikarahøll, ítróttarhøll og svimjihyl á staðnum, fyri at spara útreiðslur.

Enn er avgerð ikki tikin um, hvar skúlin skal byggjast. Men eitt stykki vesturi á Vatninum í Vági hevur verið nevnt. Har verður hildið, at skúlin hevði ligið sera væl fyri, tí ítróttarhøllin í Vági, Vágshøll, og VB Húsið, eru beint við. Harafturat er tað sera frítt og vakurt økið