Farið er undir arbeiðið at bjarga serføroyska rossinum undan at doyggja út. Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður á økinum. Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann, hvørjar ætlanir hann hevur fyri at bjarga tí serføroyska rossinum undan at doyggja út.
https://www.in.fo/news-detail/news/tey-finnast-bara-i-foeroyum-men-nu-eru-tey-i-vanda-fyri-at-doyggja-ut/?no_cache=1LES EISINI: Tey finnast bara í Føroyum - men nú eru tey í vanda fyri at doyggja út
Helgi Abrahamsen vísir á, at Løgting hevur tikið undir við sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldi, og við hesum hava vit bundið okkum til at tryggja tað lívfrøðiligt margfeldi, og tey fyrstu stigini at bjarga føroyska rossinum, eru tikin.
Skal tað eydnast at bjarga rossinum, er neyðugt at vit fáa eitt munandi størri tal á lívdjórum. Í løtuni hava vit bara eini 50, men skal slagið hóra undan, er neyðugt við 200 lívdjórum.
Men tað er ikki pláss fyri so nógvum lívdjórum í Føroyum, tí lendið er ov lítið, og tað eru eisini ov fá, sum hava áhuga at átaka sær hetta arbeiðið. Ein loysn kann vera at útflyta føroyska ross, eitt nú til fólk í ES, sum hava áhugað fyri slíkum. Men hetta kann ikki gerast, fyrr enn lóggávan er fingin upp á pláss.
– Heilsufrøðiliga Starvsstovan er farin undir at arbeiða við málinum, men aðarar týdningarmiklar uppgávur koma framum, og tí ber ikki til at siga, nær komið verður á mál við hesum arbeiði, sigur landsstýrismaðurin.
– Í fyrstu atløgu kannar Heilsufrøðiliga starvsstovan ta lóggávu, ið er galdandi á økinum, og síðani fara tey at meta um, hvussu henda lóggáva kann setast í gildi í Føroyum, sigur hann.
Helgi Abrahamsen sigur, at fyrsta stigið er at skráseta føroysku rossini. Hetta skal gerast í eini húsdýraskrá, sum Búnaðarstovan leingi hevur arbeitt við at fáa setta í verk. Nakað av fígging manglar í fyri at fáa skipanina at virka, men tá ið fíggingin er tøk, ber til at fara undir at skráseta føroysku rossini.
Næsta stigið er at fáa føroyska rossaslagið góðkent sum serligt rossaslag. Síðani skal ein føroysk lóggáva setast í verk sum samsvarar við ES-lóggávuna á økinum, og føroysk rossafeløg skulu góðkennast sum alarar og útflytarar. Og tá ið alt hetta er sett í verk og farið at virka, fer føroyska skipanin við jøvnum millumbilum at verða skoðað av ES-myndugleikum.
– Sum tað sæst, er talan um umfatandi arbeiði, sum má gerast í stigum, og tí er væntandi, at hetta fer at taka drúgva tíð, sigur Helgi Abrahamsen. Men hann leggur kortini dent á, at samstundis sum hetta arbeiðið verðurgjørt, er tað neyðugt at fylgja væl við støðuni, og tað tekur Búnaðarstovan sær av.
– Eg fylgi við málinum, skuldi støðan versnar munandi, verður málið tikið upp til viðgerðar, sigur Helgi Abrahamsen.