Eru komnir langt síðani fyrstu Rumenia-dystirnar

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Prát við Trónd Arge um Rumenia-Føroyar hoyrist her

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Trónd Arge á Rás2 fyrr í dag. Tróndur Arge setti seg í flogfarið tíðliga seinnapartin. Í morgin fer Tróndur saman við føroyska A-landsliðshópinum úr Kastrup til Rumenia, har dystur í EM-undankappingini verður spældur sunnudagin klokkan 17.

 

Dysturin ímóti Rumenia verður leiktur á Stadionul Ilie Oană leikvøllinum í Ploiești uttanfyri høvuðsstaðin, Bukarest.

 

Hoyr Trónd taka samanum føroysku landsliðssøguna imóti Rumenia, umframt, at Tróndur nemur við dystin sunnudagin, og tað mannfallið, sum serliga hevur verið á miðvøllinum hjá føroyska landsliðnum. Tróndur heldur, at vit eru komin langt síðani 0-7 og 0-4 tapini ímóti Rumenia fyrst í 1990-unum. Tróndur staðfestir, at Rumenia er favorittur, men hann hevur vónir um, at Føroyar kunnu leggja eitt gott leikligt avrik fyri dagin.