Eru longu í oljuvinnuni

Tað eru nógvir lutir, ið verða umrøddir og lýstir í teimum fýra fyrilestrunum, ið hildnir vóru á FaroExpo

- Tað er gott, at fokus verður sett á trygd og á tær avbjóðingar, ið liggja fyri framman hjá einum vónandi olju- og gassframleiðandi samfelag um nøkur ár, sigur Johan Dahl.

Hann heldur eisini, at tað hevur stóran týdning, hvussu politiska skipanin fyrireikar seg til eina møguliga komandi oljuvinnu.

- Hvussu fordeila vit ein ágóða av einari oljuvinnu, skulu vit hava ein oljufond. Tað er týdningarmikið at gera sær greitt, hvat gerast skal við eitt møguligt oljuríkidømi, áðrenn oljan er funnin, so tað ikki skal kjakast um hetta, tá oljan er komin, sigur Johan Dahl.

Hann vísir á, at norðmenn ikki stovnaðu sín oljugrunn fyrr enn í 1990, hóast teir byrjaðu at bora eftir olju á Ekkofisk í 1969.

- Teir hava í hvussu er olju eini 50 ár fram við teimum fundum teir nú hava, so kunnu vit vera upp á forkant og hava alt hetta upp á pláss, áðrenn vit finna oljuna, so hevði nógv verið vunnið, sigur Johan Dahl.

Hann heldur tað hava týdning at fokusera upp á, at vit eru vornir ein partur av frálandavinnuni, hóast Føroyar ikki enn eru ein oljuvinnandi tjóð.

- Vit hava eina rúgvu av góðum fólki, bæði sjófólki, handverkarum og øðrum fakfólki, sum í dag arbeiða innan oljuvinnuna. Tað merkir at Føroyar eru inni í oljuvinnuni og tað fara vit eisini at vera í framtíðini, sigur Johan Dahl.